Sum stórinnflytarar av vøru, hava vit serliga stóra ábyrgd av at ansa eftir heilsuni hjá okkum øllum og eftir umhvørvinum.

Tí fara vit nú at selja vørur frá REMA 1000, sum er viðurkend handilsketa í Danmark og Noregi fyri sínar vørur. REMA 1000 vørurnar eru framleiddar við atliti til heilsuna hjá kundanum, burðardygd og umhvørvið.

MATOYÐSL

Á handlarnir hava í fleiri ár, hvør sær, gjørt ymisk átøk fyri at gagnnýta sum mest av vøru, sum er tætt við “best fyri” og “seinasta nýtsludag”. Á heysti 2015 var farið undir felags átakið “Minka um matoyðsl” og byrjað varð við at taka allar fleir-stykkjaprísir burtur úr tilboðsblaðnum.

Samstundis varð lýst á facebook við góðum ráðum um, hvussu tú m.a. kundi goyma mat á besta hátt, keypa inn við skili, og hvussu tú kundi endurnýta matrestir.

Á vári 2017 varð enn eitt stig tikið fyri at minka um matoyðslið í Føroyum. Tá fóru Á handlarnir uppí TooGoodToGo (TGTG) konseptið. Hetta er ein bólkur av ungum dønum, sum hava ment eina altjóða viðurkenda fartelefonapp, sum gevur viðskiftafólki møguleikan at keypa mat, sum annars hevði verið tveittur burtur (heinta appina her). Hesin matur verður koyrdur í serligar posar í handlunum og seldur fyri ein sera bíligan prís, og er hetta tí samstundis ein góður møguleiki at keypa bíligar vørur hjá familjum, ið hava tørv á tí. Les meira á matoydsl.fo

Fólk hava tikið sera væl undir við TGTG, og Tórshavnar kommuna gav átakinum Grønu virðislønina 2017. Eisini fingu Á handlarnir “Ársins herðaklapp” í 2017 frá Felagnum fyri føroysk marknaðarfólk fyri at ganga á odda í stríðnum móti matoyðsli og fyri at stimbra til eina hugburðsbroyting hjá okkum øllum á hesum øki.

Við samstarvinum við REMA 1000, sum í skjótt 10 ár hevur gingið í fremstu røð fyri at minka um matoyðsl, hevur Á handilsketan nú styrkt um møguleikarnar at virka enn meira fyri, at føroyingar verða meira tilvitaðir um matoyðsl í gerandisdegnum. Eitt ítøkiligt dømi er nýggi páleggspakkin, sum í næstum verður at fáa í Á. Hann er deildur upp í tvey rúm, soleiðis at til ber at opna helvtina av pakkanum í senn. Hetta ger, at viðskerin heldur sær longur og sannlíkindini fyri spilli minkar. Vitja heimasíðuna matoydsl.fo og fá íblástur. Vit fara framyvir at gera ymisk átøk, sum stimbra til at minka um matoyðslið hjá føroyingum.

Umhvørvi

Vit siga, at vit eru ein handilsketa, ið tekur atlit til burðardygd, fólkaheilsu og djóravælferð. Samstundis vita vit væl, at vit við hesum útsagnum renna okkum í fleiri tvístøður, eitt nú við umstrídda evninum um nýtsluna av plastikki á matvøru.

Tvístøðan er, at vøra, sum er pakkað í plastikk, heldur sær betur, og er plastikkið tí eisini við til at minka um matoyðsl. Eisini er vøran í nógvum førum lættari at flyta, tá ið hon er pakkað í plastikk. Til hetta er at siga, at REMA 1000 er farið í holtur við at gera teirra nýtslu av plastikk pakkitilfari meira burðardygt.

Vistfrøði

Við breiða úrvalinum av REMA 1000 vørum, sum Á handlarnir nú hava atgongd til, kanst tú framyvir síggja spennandi, vistfrøðiligar vørur á hillunum í Á. REMA 1000 tekur ábyrgd av, at teirra vørur eru framleiddar við atliti til burðardygd, fólkaheilsu og djóravælferð.

REMA 1000 eigur m.a. í einum av størstu, vistfrøðiligu jarðarbrúkunum í Danmark, Gram Slot.
Hugburðurin hjá Gram Slot og REMA 1000 er greiður: Øll skulu kunna keypa vistfrøðiligar vørur fyri ein sámuligan prís. Hendan hugburðin fara vit í Á eisini at arbeiða fram ímóti.

HEILSUGOTT

Samstarvið við REMA 1000 gevur Á handlunum atgongd til eitt breitt úrval av vørum, sum gevur viðskiftafólki hjá Á størri møguleika at velja heilsubetri vøru; eitt nú við minni sukri, minni salti, meira fullkorni umframt áðurnevndu, vistfrøðiligu vørurnar.

REMA 1000 hevur m.a. fleiri enn 400 vørur, sum eru merktar við Lyklarholsmerkinum. Hetta merkið er almenna orkumerkið hjá donsku matvørumyndugleikunum, og er okkara trygd fyri, at tað er spart uppá feitt, sukur og salt í vøruni. Les meira um Lyklarholsmerkið her.

U

Gjøgnumskygni

í Á vita vit væl, at vit hava stóra ávirkan á umhvørvið og á heilsuna hjá okkara viðskiftafólki ígjøgnum tær vørurnar, sum vit selja. Tí eru vit so fegin um at hava REMA 1000 sum samstarvsfelaga.

REMA 1000 framleiða eftir serliga strongum, etiskum virðum og duga væl at greiða frá, hvussu tað kemur okkum, sum keypa teirra vøru, til góðar. Vit ynskja eisini at skapa gjøgnumskygni í okkara handilsvirksemi og virðisketu, og tí eru vit fegin um at kunna boða frá teimum tiltøkum vit gera, sum eru til gagns bæði fyri tykkum, okkum og umhvørvið – tí tað loysir seg betur í longdini at selja vørur av góðari dygd, sum eru framleiddar við umhugsni fyri heilsu og umhvørvið.

Vit eru ein handilsketa og vit liva av at selja, men vit vilja gera tað við skili og góðari samvitsku. Vit vilja halda lív í smáu støðunum og røkka øllum Føroyum, og veita tænastuna har TÚ ert.

Hetta er danska ø-merkið fyri vistfrøði og má einans brúkast á vøru, sum kemur frá landbrúki, sum hava løggilding til vistfrøðiliga framleiðslu. Hetta merkið er tí tín trygd fyri, at danskir myndugleikar hava havt vørueftirlit, sambært EU reglum fyri vistfrøðiliga framleiðslu.

Kelda: altomkost.dk

Lyklarholið er almenna orkumerkið hjá donsku matvøru­myndugleikunum, og er tín trygd fyri, at tað er spart uppá feitt, sukur og salt í vøruni. Vøran skal umframt hetta eisini lúka ávís krøv til innihaldið av kosttrevjum og fullkorni. Verið tí tilvitaði um at velja vøru við Lyklarholsmerkinum, tá ið keypt verður.

Kelda: altomkost.dk

Hetta merkið vísir, at tað er eitt høgt innihald av fullkorni í vøruni. Fullkorn mettar væl og er gott fyri sodningina. Ein kornkjarna er samansett av 3 pørtum: Fræhvíta (endosperm), skali (klid) og gróðrarkjarnu (kim). Tað er í skalinum og í gróðrarkjarnuni, at allar vitaminir og mineralir eru. Mjøl, ið er malið av heilum kjarnum, kallast tí ofta fullkornsmjøl. Almennu viðmælini eru, at eta minst 75 gram um dagin. Tað kann t.d. verða ein portión av havragrýni og 1-2 flísar av rugbreyði.

Kelda: altomkost.dk