Eg eiti Unn og búgvi i Keypmannahavn, har eg lesi digitalt design og samskifti. Eg havi cøliaki/glutenviðkvæmi og havi tí gjørt bloggin glutenfrifoodie.dk, har tú kanst finna íblástur til góðan og leskiligan glutenfrían mat og bakstur.

Glutenfrí terta

við kalkunfleski og soppum

Hendan tertan er løtt at gera og smakkar so sera væl. Eitt gott hugskot til bæði nátturða, miðmála ella at hava við í matpakkanum. Umframt at terta smakkar væl, so gevur hon eisini møguleika fyri, at fyllan kann broytast, alt eftir hvat man hevur hug til.

Far til uppskrift 

Páskaostakøka

við lime og hylliblómu

Hendan ostakøkan er eitt sindur annarleiðis enn ein vanlig ostakøka við keksabotni. Tað er eitt sindur ringt at finna glutenfríar digestive keks, so eg havi avgjørt at gera ein nøtubotn ístaðin, við tilfari sum man altíð kann finna á hillunum. Ostakøkan er deiliga frísklig og so sera páskalig við sínum flotta gula liti, og so kann man pynta hana júst sum einum lystir. Vónandi smakkar hendan tykkum væl eftir páskadøgurðan, ella til eitt hvørt annað høvi – gleðiligar páskir herfrá!

Far til uppskrift 

Føstulávintsbollar

við kremi

Nú er skjótt Føstulávint, ein siðvenja sum eg, sum barn, minnist var fylt við hugna, grýluklæðum og ikki minst føstulávintsbollum. Tað var so lekkurt, aftaná at hava verið úti í kuldanum og spælt, at koma heim til heimabakaðar føstulávintsbollar. Hesir eru glutenfríir, men um man tolir gluten, so ber til at býta glutenfría mjølið um við somu mongd av vanligum hveitimjøli.

Eg pynti bollarnar við florsukuri og sjokulátaglasuri, men um man ynskir annan glasur og kanska okkurt ”krymmil”, so er bara hugflogið sum setur mørkini.

Far til uppskrift 

Glutenfríir gularótabollar

við kovaosti

Nakað, sum eg saknaði mest eftir at eg fann út av, at eg ikki toldi gluten, var at kunna gera góðar bollar. Nú havi eg roynt meg í skjótt trý ár við tí glutenfría og havi tí fleiri uppskriftir uppá bollar, sum mær dámar sera væl. Hetta er ein av teimum nýggju eg havi gjørt, hinar kunnu finnast á blogginum.

Far til uppskrift 

Havragrýnskøkur

við appelsinsmakki og rómaostakremi

Nú eru vit komin inn í jólamánaðin, har vit hugna okkum eyka nógv samanborið við restina av árinum. Til hendan góða hugnan hoyrir sjálvandi okkurt gott til góman. Hesar havragrýnssmákøkurnar eru smáir ella stórir leskibitar, alt eftir hvussu stórar tú ynskir køkurnar. Gert tú tær minni, kanst tú eta fleiri 😉

Far til uppskrift