Nú eru vit komin inn í jólamánaðin, har vit hugna okkum eyka nógv samanborið við restina av árinum. Til hendan góða hugnan hoyrir sjálvandi okkurt gott til góman. Hesar havragrýnssmákøkurnar eru smáir ella stórir leskibitar, alt eftir hvussu stórar tú ynskir køkurnar. Gert tú tær minni, kanst tú eta fleiri 😉

Havragrýnskøkur

við appilsinsmakki og rómaostakremi

Uml. 36 stórar ella 60 lítlar

Tilfarslisti
100 g smør
125 g sukur
50 g putursukur
1 egg
skal frá einari appelsin
6 spsk. appelsinsaft
150 g glutenfrítt havragrýn
1 dl glutenfrítt havramjøl (ella 1 dl glutenfritt havragrýn blendað til mjøl)
1 tsk. bakipulvur
200 g smeltað myrk sjokuláta

Rómaostakrem
200 g naturel rómaost
100 g flormelis
100 g kalt smør
1 tsk. vaniljusukur

Soleiðis gert tú

Havragrýnskøkur
Smelta smør á veikum hita.
Tá smørið er smeltað, blandast sukur, putursukur, appelsinskal og appelsinsaft væl í smørið.
Koyr síðan egg í og rør væl til tjúkt krem.
Blanda havragrýn, havramjøl og bakipulvur væl saman og rør í kremið.
Skeiða havragrýnskøkudeiggið á bakiplátu við eini teskeið.
Um tú ynskir stórar havragrýnskøkur er uml. ein tsk. deiggj nokk, og um tú ynskir lítlar, er tað ein hálv tsk. deiggj (køkurnar gerast uml. dubult so stórar tá tær eru bakaðar).
Hita ovnin til 200 hitastig og baka í uml. 7 min. um tað eru stórar køkur og uml. 5 min., um tað eru lítlar køkur.

Rómaostakrem
Koyr rómaostin, flormelis og kalda smørið í ein bolla og píska til kremið er stívt.

Set køkurnar saman
Tá havragrýnskøkurnar eru kølnaðar, smyr tú botnin á køkunum við smeltaðu sjokulátuni
Tá sjokulátan er stívnað, setir tú havragrýnskøkurnar saman tvær og tvær við at koyra rómaostakremið ímillum.

Prei

Tað ber eisini til at koyra 1 tsk. av kaneli í ístaðin fyri appelsinskal, og tað er eisini sera lekkurt at koyra eitt sindur av appelsinsaft í rómaostakremið – so er smákøkan eyka frísklig.

Um Unn

Eg eiti Unn og búgvi í Keypmannahavn, har eg arbeiði við at tillaga talgildar loysnir til tørvin hjá brúkarunum.
Eg havi cøliaki/glutenviðkvæmi og havi tí gjørt bloggin glutenfrifoodie.dk, har tú kanst finna íblástur til góðan og leskiligan glutenfrían mat og bakstur.