Høsnarungarestir á steikipannuna

Tað er neyvan bara hjá okkum, at høsnarungi ofta er eftir frá sunnudagsdøgurðanum. Við hesum rættinum fært tú brúkt restirnar og har við gjørt ein lættan og leskiligan rætt.

Høsnarungin og søteplini eru týdningamiklastu rávørurnar í hesum rættinum, men eigur tú ikki søtepli inni, sober til at verða kreativ/ur við øðrum tilfari. Minst bara altíð til at smakka til, áðrenn tú borðreiðir.

Tilfar til 4 persónar
4 søtepli
Olju
Restir av høsnarunga (svarar til 3-4 bringur)
3 pungar av hvítleyki
1-2 leykir
2 leim
200 g av svørtum bønum
Cherrytomatir
Frískt koriander
Frískt persillu
Krydda við salti, pipari, oregano og kili

Arbeiðsháttur

  • Flys søteplini og sker tey í terningar
  • Steik tey á pannuni við olju í 5 minuttir
  • Sker høsnarungastykkini í smærri bitar og steik teir á pannuni saman við hvítleykinum
  • Koyr síðani leykin og tomatirnar á pannuna og steik í 4 minuttir
  • Til seinast koyrir tú kókaðu bønirnar á pannuna saman við koriander og persillu

Nú er bert eftir at smakka rættin til við kriddaríum, áðrenn tú borðreiðir.

Prei

Um tær dámar sterkar rættir, so riggar tað væl at koyra frískt kili í rættin.

Um Vígdis

Vígdis hevur bloggin SukurSøtt, ið er á tremur við kreativum hugskotum og leskiligum uppskriftum.

Jólakøkumaður

Heimagjørdur jólakøkumaður...

Pastarestir

Restir úr pasta/spagetti...

Hokkaidosuppa

Kremut hokkaidosuppa Nú...

Bananísur

Bananísur við tilhoyri Eg...

Grønmetissúpan

Grønmetissúpan við brokkoli...

Summarrullur

Summarrullur við restum...