Eg elski karamell, sjokulátu og keks saman, men tað kan vera ringt at finna hesa samanseting glutenfría. Mmm, tú fert at hava hug at gera hesar konfektbitarnar umaftur og umaftur, so væl smakka teir.

Gleðilig jól til tín frá mær!

Glutenfrí

Karamell- og heslinøtukonfekt

Keksabotnar
1 dl glutenfrítt havramjøl
1 dl eplamjøl
½ tsk salt
50 g hakkaðar heslinøtir
0,5 dl vatn
0,5 dl rapsolju

Karamell
200 g naturel rómaost
100 g flormelis
100 g kalt smør
1 tsk. vaniljusukur

Soleiðis gert tú

Keksabotnar
Set ovnin á 150 stig.
Blanda alt tilfarið til keksabotnin og elt til deiggið gerst fast og kann samlast í eina kúlu.
Rulla deiggið út millum tvey bakipappír, so at mátini eru uml. 18x28 cm
Baka í uml. 1 tíma og lat kølna á rist.

Karamell
Koyr sukurið á eina pannu og set á miðal hita.
Lat sukurið fáa frið til næstan alt er smelta og blivið til sirop.
Rør síðani í til øll sukurkorn eru upployst og alt er siroppur.
Koyr síðani smørið í og rør til alt smørið er smelta og næstan alt er blanda inn í siroppin/karamellið.
Koyr til síðst spakuliga róman í, meðan tú rørur væl.
Lat karamellið smákóka í uml 30 min, meðan tú rørur í av og á.
Lat karamellið kølna eina løtu, áðrenn tú koyrir tað omaná keksabotnin.

Samla konfektina
Smelta sjokulátuna.
Koyr karamellið omaná keksabotnin og smyr/toyggj tað út yvir hann, so tað dekkar allan botnin.
Smyr sjokulátuna útyvir alt karamellið.
Set nú kalt í uml ½-1 tíma og sker síðani í konfektbitar.

Skal goymast kalt.

Prei

Um man dámar væl saltkaramell, kan man koyra 1–2 tsk. av salti í karamellið, tá tað er liðugt kóka.

Um Unn

Eg eiti Unn og búgvi i Keypmannahavn, har eg lesi digitalt design og samskifti. Eg havi cøliaki/glutenviðkvæmi og havi tí gjørt bloggin glutenfrifoodie.dk, har tú kanst finna íblástur til góðan og leskiligan glutenfrían mat og bakstur.