Á gávukort

Við talgilda gávukortinum frá okkum hevur tú eitt kort, ið kann brúkast í øllum Á handlum.

Upphæddin, ið keypt verður fyri, verður drigin frá saldu á kortinum beinanvegin, og tú kanst síggja restsaldu á kassalepanum.

Kanna upphædd
Um tú ynskir at kanna upphæddina á gávurkortinum ber til at fara í ein av Á handlunum ella vitja hesa heimasíðu.

Hent at vita
  • Lægsta upphæddin, sum kann setast á eitt kort er 100 kr. og hægsta upphæddin er 1.000 kr. Um tú ynskir at geva meira enn 1.000 kr., verður upphæddin býtt sundur á fleiri kort.
  • Kortið kann ikki endurnýtast.
  • Gildistíðin er 3 ár frá útgávudegi.
  • Um kortið blívur burtur, verður ástandandi upphædd ikki endurgoldin.

Tilboð umvegis SMS

Við okkara SMS-skipan ber til at fáa góð tilboð beinleiðis á tína fartelefon.

Tænastan er ikki felags fyri allar Á handlarnar. Tað vil siga, at tú bert fært sms frá tí handlinum, sum tú meldar teg til.