Broytt mannagongd

Nú skalt tú ikki skráseta teg fyri at fáa ein Pinkupakka. Tú skalt einans geva Á- ella Samkeypshandlinum Pinkupakkalepan, ið tú hevur fingið á Føðideildini á Landssjúkrahúsinum, so fært tú ein Pinkupakka útflýggjaðan. 

Vælkomugávan

At gerast foreldur er ein stór hending og nógv er at fyrireika og taka støðu til. Øll vilja vit hjúkla um og verja lítla verjuleysa barnið. Vit í Á og Samkeyp vilja bjóða tykkum eina vælkomugávu, sum vit kalla Pinkupakkin.

Innihaldið í Pinkupakkanum er ymisk vøra til pinkubørn frá REMA 1000. Umframt hesar vørur er eisini eitt samlikort til blæur, sum tú kanst samla stempul í, hvørja ferð tú keypir REMA 1000 blæur. Tá ið tú hevur samlað 9 stempul, letur tú kortið til handilin, og fært tann 10. REMA 1000 blæupakkan ókeypis, umframt eitt nýtt samlikort. Samlikortið kann brúkast til barnið er 3 ár.

Á føðideilidini á Landssjúkrahúsinum fært tú ein Pinkupakkalepa frá Á og Samkeyp. Hendan lepan skalt tú lata tínum Á- ella Samkeypshandli fyri at fáa Pinkupakkan. 

Eftir er bert at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við nýfødda barninum, og alt tað besta framyvir.

Stempulskipan

Á og Samkeypshandlarnir bjóða eisini eina stempulskipan til barnafamiljur, ið hava fingið vælkomubrævið frá Á og Samkeyp, á føðideildini. Í Pinkupakkanum er tí eisini eitt samlikort, sum kann nýtast hvørja ferð tú keypir REMA 1000 blæur og inntil barnið er fylt 3 ár. Tú fært eitt stempul í samlikortið fyri hvønn REMA 1000 blæupakka tú keypir, og tá ið tú hevur samlað 9 stempul, letur tú kortið inn til handilin, og fært tann 10. REMA 1000 blæupakkan ókeypis, og eitt tómt samlilkort at samla blæustempul í.

TREYTIR

Fyri at fáa Pinkupakkan skalt tú lata Pinkupakkalepan, ið tú hevur fingið á Føðideildini á Landssjúkrahúsinum, til Á- ella Samkeypshandilin. 

Tað ber bert til at fáa EIN Pinkupakka til hvønn nýføðing, ið antin kann heintast í einum Á- ella Samkeypshandli. Um talan er um tví- ella tríburðar fær man tilsvarandi eyka Pinkupakkar.

Samlikortið kann bert nýtast til eitt barn í senn. Hettar merkir, at tað ikki ber til at brúka sama samlikort til fleiri ymisk børn. Tú fært eitt stempul í samlikortið fyri hvønn REMA 1000 blæupakka, ið tú keypir. Samlikortið verður stemplað við kassan í handlinum. Tá ið tú hevur samlað 9 stempul, verður 10. blæupakkin latin tær ókeypis, og tú fært eitt nýtt samlikort.

Samlikortið kann brúkast til barnið er 3 ár.