Grøna virðislønin 2017

Í gjárkvøldið avgjørdi Tórshavnar Kommuna at lata Á-handlunum Grønu virðislønina 2017. Virislønin verður latin fyri appina Too Good To Go, ið er við til at minka um matoyðsl.

 

Grøna virðislønin hjá Tórshavnar kommunu verður latin stovni, virki, felagi, bólki ella einstaklingi, sum á onkran hátt hevur gjørt eitt hvørt umhvørvisvinarligt átak, verkætlan ella annað, sum er umhvørvinum at frama.

 

Á samtakið hevur verið við til at seta matoyðsl á dagsskránna í Føroyum. Matoyðsl er matur, ið kann etast, men sum verður tveittur burtur. Við appini Too Good To Go ber til at minka um matoyðsl við at forða at matur, ið er frískur og kann etast, endar í skrellispannini. Við appini ynskja Á handlarnir at minka um matoyðsl og harvið eisini minka um CO2 útlátið. Hettar er sera týdningarmikið fyri umhvørvið. Harumframt hava Á handlarnir stimbra undir eina hugburðsbroyting, ið er týdningarmikil, tá ið tað kemur til matoyðsl hjá okkum øllum. Av hesi orsøk vilja vit handa Grønu virðislønina 2017 til Á handlarnar.

 

Vit í Á handlunum eru sera errin av hesum prísi, og vit vilja takka fyri góðu undirtøkuna, ið okkara átak, minka um matoyðsl, hevur fingið.

 

Stóra takk fyri 🙂

Matoyðsl-appin klár at brúka!

Frá í dag av kunnu fólk fara til handils við fartelefonini og samstundis vera við til at minka um matoyðsl.

Matoyðsl-appin klár at brúka!

Frá í dag av kunnu fólk fara til handils við fartelefonini og samstundis vera við til at minka um matoyðsl.

 

Tað ljóðar einfalt, og tað er tað eisini, tí í dag riggar appin Too Good Too Go í Føroyum. Appin ger tað lættari fyri brúkaran at keypa mat, sum annars vildi verið tveittur burtur av handlunum – altso matvørur, ið ikki eru seldar áðrenn seinasta søludag.

 

Frá í dag av eru allir Á handlarnir at finna í Too Good To Go, har teir hava posar við vørum til sølu. Ein posi við vørum kostar 29 krónur. Í posanum eru ymiskar matvørur, sum flestu okkara brúka í gerandisdegnum: Pálegg, grønmeti, frukt og mjólkavørur.

 

Men hvar kemur appin inn í myndina? Jú, tú keypir posan á appini og rindar beinanvegin, fert til handilin, vísir kvittanina á telefonini, og síðani fært tú posan heimvið. Skjótt, lætt og ómakaleyst.

 

Herfyri vunnu Á handlarnir virðisløn frá Felagnum Føroysk Marknaðarfólk fyri átakið “Minka um matoyðsl”, har nýggja appin er ein týdningarmikil liður í átakinum.

 

Á-handlarnir eru 12 í tali, og hvønn gerandisdag vera serligu posarnir til keyps, og kunnu avheintast ásett tíðarskeið hvønn dagin.

 

GG: posarnir kunnu bert keypast á appini og IKKI inni í handlunum!

Heinta appina

Ársins herðaklapp til Á handlarnar

Nevndin í FFM hevur á hvørjum ári latið eina serliga virðisløn til ein føroyskan lýsara, fyritøku, persón ella stovn, sum nevndin metur hevur gjørt eitt serstakt arbeiði innan marknaðarføring í farna árinum. Eitt frambrot, sum vit sum fakfólk, meta skal heiðrast. Eitt frambrot, sum vit ikki meta brúkarin dugir eins væl at seta fingurin á og virðismeta sum vit í vinnuni kunnu og eiga at gera.

 

Nevndin í FFM hevur í ár avgjørt at lata ársins herðaklapp til eina fyritøku, ið hevur gingið á odda at steðga matoyðsli og yvirnýtslu. Hettar er ein fyritøka, sum hevur tikið samfelagsatlit og ábyrgd við at stimbra undir eina hugburðsbroyting um matoyðsl, og hevur faktiskt biðið sínar kundar um at keypa minni frá teimum fyri at minka um óneyðugt spill av mati og resursum. Hetta er eitt frambrot í føroyskari marknaðarføring.

 

Hetta er samstundis ein handilsfyritøka, ið av egnum eintingum er farin frá “keyp 3 fyri prísin av 2” sølupolitikkinum til heldur at geva øllum kundum lut í goðu tilboðunum – líkamikið hvussu stórur innkeypstørvurin er.

 

Handilsfyritøkan var eisini millum tær fyrstu, ið byrjaðu at seta prísin niður á vørum, ið skjótt ganga út. Ofta verður eisini bjóðað ókeypis frukt til barnsligar kundar og ofta verða serligt atlit víst teimum veikastu brúkarunum í samfelagnum.

 

Fyri alt hettar valdi fráfarandi nevndin í FFM at lata ársins herðaklapp til Á handlarnar í Føroyum!

Minka um matoyðsl við telefonini

Nú verður lættari hjá føroyingum at minka um matoyðslið í húsarhaldinum. Nøkur fá klikk á telefonini, og matoyðslið verður minni.

Tað ljóðar einfalt, og tað er tað eisini, tí í næstum verður tað lættari fyri føroyingar at keypa mat, sum annars vildi verið tveittur burtur av handlunum. Tað vil siga matur, sum handlarnir ikki fáa selt áðrenn lokadag.

Sum fyrsta fyritøka í Føroyum, eru Á handlarnir farnir at samstarva við fólkini handan appina Too Good To Go, ið er ein app, sum gevur brúkaranum møguleika at keypa alskyns matvørur fyri spottprís, av tí at handlarnir ikki náa at selja vørurnar, áðrenn seinasta søludag.
Handlarnir fara at hava ein posa við vørum til ein ávísan prís, kundin keypir posan online og rindar beinanvegin, fer til handilin, vísir kvittanina á telefonini, og síðani fær kundin posan við sær heim.

– Hetta er ein sera týdningarmikil liður í okkara átaki, har vit vilja vera við til at minka matoyðsl í Føroyum, og vit meta, at við at samstarva við Too Good To Go er tað munandi lættari fyri bæði okkum sum fyritøka og okkara kundar at sleppa undan at tveita mat burtur, sigur Henrietta Hammer, marknaðarsamskipari á Poul Hansen.

Tað er tó ikki heilt nýtt, at Á handlarnir vilja eggja føroyska brúkaranum at minka um matoyðsl. Longu í 2015 byrjaði herferðin móti matoyðsli. Tá fóru handlarnir frá mongdartilboðum og yvir til stykkjaprís, soleiðis at kundin ikki noyddist at keypa ávísa nøgd av eini vøru fyri at fáa tilboðsprís. Næsta stigið á leiðini var at sleppa undan vørum, ið blivu burturbeindar, tí tær ikki náddu at blíva seldar innan lokadagin. Hesar vørurnar blivu seldar væl bíligari enn vanligt.

– Sjálvandi hevur alt hetta gjørt, at Á handlarnir tveita nógv minni av mati burtur samanborið við fyrr. Men kortini er tað framvegis ein ávís nøgd av mati, sum hvønn dag endar í ruskspannini, og tí royna vit nú at fáa føroyingar at brúka hesa appina, sum ger tað sera einfalt at minka um matoyðsl, sigur Henrietta Hammer.

Samstarvið millum Á handlarnar og Too Good To Go er byrjað, og væntandi verður appin klár hjá føroyingum at brúka um fáa vikur.

Kvinnur gera mest fyri at minka um matoyðsl

Hettar verður millum annað staðfest í fyrstu føroysku kanningini um matoyðsl, ið Á handlarnir hava latið gjørt.

 

Ongi tøl eru at finna um matoyðsl í Føroyum, tess vegna vantar ein ítøkilig vitan um hettar evnið. Júst hettar er orsøkin til, at Á handlarnir tóku stig til at fáa eina kanning til vega.

 

Kanningin er tann fyrsta av eini røð av kanningum um matoyðsl. Kanningarnar taka støði í líknandi kanningum, ið eru gjørdar í okkara grannalondum. Niðurstøðurnar skulu eftir ætlan geva eina ábending um, hvussu umfatandi trupulleikin viðvíkjandi matoyðsli er í Føroyum.

 

Á handlarnir vóna, at úrslitini frá kanningunum verða hent amboð, ið kunnu fáa okkum at síggja trupulleikan í røttum høpi, og samstundis byrta undir eina hugburðsbroyting.

 

Fyrsta kanningin vísir m.a., at tað, ið oftast endar í skrellispannini er breyð og viðskeri.

 

Spyr.fo hevur gjørt kanningina og tað eru 400 fólk í Føroyum, ið eru blivin spurd.
Úrslitini frá fyrstu kanningini kunnu síggjast á matoydsl.fo