Krás

Krás er eitt virkið í støðugari menning, har úrvalið støðugt mennist. Krás strembar eftir at tillaga vøruúrval eftir tørvi frá kundunum, samstundis sum árstíðirnar eisini seta sín dám á.

Vit fáa kjøt frá sláturvirkinum Krás fimm ferðir um vikuna.

Matvøruframleiðslan á Krás fevnir sera breitt. Tilsaman verða 70 ymiskar vørur framleiddar til tann føroyska handilsmarknaðin. Og vørurnar frá Krás eru eyðkendar fyri teirra góðsku og kappingarføru prísir.

Døgurðamatur

Til feskan døgurðamat verður m.a. framleitt malið oksakjøt, kjøtfars, ymiskir útskornir búffar og steikir av oksakjøti, umframt kotilettir o.a. av svínakjøti.

Harumframt er fiskafars og tær væl umtóktu fiskafrikadellurnar ein partur av breiða úrvalinum hjá Krás.

Til frystan døgurðamat verður framleitt saltsprongt lambskjøt, saltsprongt oksakjøt og lambstjógv. Umframt hetta roykir Krás hamburgarrygg og flesk.

Árstíðirnar seta sín dám á vøruúrvalið. Um heystið, tá ið flettingin er í hásæti, verður nógv gjørt burtur úr at gagnnýta sum mest av føroyska seyðinum. Umframt lambstjógv og ryggir, ger Krás blóðpylsu, lambslivur, nýrur, hjørtur og hvítanýrur.

Viðskeri

Viðskerin frá Krás hevur sanniliga fingið sítt fasta pláss í gerandisdegnum hjá nógvum føroyingum.

Livurpostei
Rullupylsa
Kjøtpylsa
Skinsakjøt
Hvítanýrapaté (tó bert tá ið slaktið er)