Bananísur við tilhoyri

Eg havi sjálv lyndi til at keypa alt ov nógvar bananir….og frukt í heila tikið. Áðrenn eg veit av, so hava tær ligið ov leingi, og enda tí alt ov ofta í skrellispannini. Synd, ha?

Nú havi eg funnið eina loysn, ið tit eisini kunnu fáa gagn av, so vit í felag kunnu sleppa undan hesum trupulleikan. Tað er so smart, at bananir kunnu frystast og so blíva til ein lekkran ís.

Tilfar til Bananís
Búnar bananir
Sjokulátu
Saft av appilsin
Vaniljusukur
Keks

Arbeiðsháttur
Sker nakrar búnar bananir í tunnar skivar, koyr tær í ein frystiposa og legg tær í frystiboksina í minst tveir tímar. Tilhoyr og tað, ið tú blandar uppí ísin, er eftir egnum ynski. Tað, ið eg havi brúkt er sera einfalt, tó vælsmakkandi.

Tak bananskivurnar úr frystiboksini og koyr tær í ein minihakkara saman við eitt sindur av appilsinsaft og vaniljusukri. Tá hetta er blivið til ein samlaðan ískendan konsistens, koyrir tú hakkaðu sjokulátuna í og rørur. Legg eitt lag av keks í botnin av hvørjum glasi og síðan ísin omanyvir. Pynta við onkrum, ið tú eigur inni s.s. frukt, keks, nøtur, róma ella góðgæti.

Prei

Hetta er ein løtt og lekkur dessert til summarið og kann gerast við alskyns tilhoyri.

Um Vígdis

Vígdis hevur bloggin SukurSøtt, ið er á tremur við kreativum hugskotum og leskiligum uppskriftum.

Jólakøkumaður

Heimagjørdur jólakøkumaður...

Pastarestir

Restir úr pasta/spagetti...

Hokkaidosuppa

Kremut hokkaidosuppa Nú...

Høsnarungarestir

Høsnarungarestir á...

Grønmetissúpan

Grønmetissúpan við brokkoli...

Summarrullur

Summarrullur við restum...