Glutenfrí havrabrotbreyð



Tey smakka so sera væl, eru fylt við nógvum góðum kjarnum og fræum, og so eru tey sera løtt at gera. Brotbreyð eru eisini ordiliga deilig at hava við í matpakkan ella tá man skal út at eta á einum staði, har tey ikki hava glutenfrí breyð.
Glutenfrí
havrabrotbreyð
TILFAR
– til tvær bakiplátur
1 dl sólblómukjarnur
1 dl hørfrø
1 dl sesamfrø
0,5 dl graskarkjarnur
1 dl glutenfritt havragrýn
2, 5 dl vatn
0,5 dl olivenolju
3,5 dl glutenfrítt havramjøl
1 tsk. salt
Soleiðis gert tú
Tertubotnur
- Set ovnin á 150 stig, heit luft.
- Blanda allar kjarnur og frø saman við vatninum og oljuni og lat standa i ca. 20 min., soleiðis at kjarnur og frø súgva vatnið í seg.
- Blanda síðani havragrýn, havramjøl og salt í blandingina og rør væl til tað hongur saman, deiggið er eitt sindur klistrut – sí mynd.
- Deil deiggið í tvey og legg fyrst tað eina petti ímillum tvey bakipappír og rulla deiggið tunt út. Jú tunnari tú rullar deiggið, jú meira broyskin vera brotbreyðini.Endurtak við hinum deiggjpettinum.
- Tak ovasta bakipappírið av og sker deiggið í fýrakantar (eg brúki ein pizzaskerara, tað ger tað sera lætt), soleiðis at brotbreyðini eru løtt at bróta sundur, tá tey eru liðug bakað.
- Baka brotbreyðini í 60 min.
Prei
Tað er eisini lekkurt at drússa salt, kanel ella annað krydd omaná brotbreyðini, beint áðrenn tey skulu inn í ovnin, so kann man geva teimum eyka smakk alt eftir hvat einum dámar best. Um man brýtur tey sundur í smærri hóska tey seg eisini væl at koyra í salatir.
Um Unn
Eg eiti Unn og búgvi í Keypmannahavn, har eg arbeiði við at tillaga talgildar loysnir til tørvin hjá brúkarunum.
Eg havi cøliaki/glutenviðkvæmi og havi tí gjørt bloggin glutenfrifoodie.dk, har tú kanst finna íblástur til góðan og leskiligan glutenfrían mat og bakstur.