Summarrullur

Summarrullur

Summarrullur við restum

Eigur tú restir frá døgurðanum í gjár? Kanska fleskasteik, oksakjøt, fisk ella høsnarunga? So kanst tú gera tær hendan leskiliga rættin, sum eisini er stuttligur at seta saman. Hesar summarrullurnar, sum hava uppruna úr Vietnam, eru blivnar sera vælumtóktar heima í Føroyum. Í høvðusheitum er ríspappírið tað einasta tilfarið, sum er neyðugt. Tú kanst fylla tær við alskyns tilfari. Fyri at fáa tann frískliga smakkin, sum eyðkennir summarrullurnar, fært tú brúk fyri kryddurtum sum myntu og basilikum. Eisini gevur ein frísk lime ein sera góðan smakk.

Tilfar til 8 summarrullur
1 pk ríspappír
2 høsnarungabringur
1 avokado
2 gularøtur
½ agurk
salatbløð
1-2 lime
frísk mynta
frískt basilikum
salt og pipar

Arbeiðsháttur
Steik høsnarungabringurnar á pannuni og sker grønmeti í avlangar álir.

Fyll kalt vatn á eina pannu og legg eitt ríspappír ísenn í vatnið. Lat tað liggja í 1-2 minuttir og tak tað síðani úr og legg tað á eitt skeribretti.

Vit ynskja at síggja hvat er í, tá ið hon er rullað, og tí leggja vit tilfarið pent eftir rekkju.

Byrja við at leggja salatbløðini á eina rekkju tvørturum, ca. 2 cm frá ovasta kantinum. Legg síðani høsnarungabitarnar beint niðanfyri. Síðani leggur tú restina av grønmetinum í banar oman eftir. Trýst eitt sindur av lime omanyvir og stroy
bløð av myntu og basilikum oman yvir og enda við salti og pipari.

Nú skal ríspappírið rullast. Verð varin tá tú tekur í pappírið, tí tað kann lætt skrædna.

Legg fyrst kantin av ríspappírinum omanyvir salatbløðini, og síðani tekur tú kantarnar í síðuni og foldar teir innyvir  so onki dettur úr í síðunum. Síðani rullar tú allan vegin oman yvir restina av tilfarinum. Nú er alt tað leskiliga tilfarið savnað inni í ríspappírinum. Sker rulluna í tveir partar og borðreið 🙂

Tað hóskar seg væl, at dyppa summarrullurnar í soya ella søta chilisós.

Prei

Sum tit síggja á myndini, so havi eg koyrt ymiskar restir í, sum eg átti í køliskápinum. Men her er eitt uppskot, til hvat hóskar seg væl at koyra í.

Um Vígdis

Vígdis hevur bloggin SukurSøtt, ið er á tremur við kreativum hugskotum og leskiligum uppskriftum.

Jólakøkumaður

Heimagjørdur jólakøkumaður...

Pastarestir

Restir úr pasta/spagetti...

Hokkaidosuppa

Kremut hokkaidosuppa Nú...

Høsnarungarestir

Høsnarungarestir á...

Bananísur

Bananísur við tilhoyri Eg...
Lasanja

Lasanja

Lasanja við grønmeti

Lasanja er ein fastur táttur heima hjá okkum, tá ið køliskápið skal tømast. Tað eru ongar reglur fyri, hvat kann og hvat ikki kann fara í. Alt slag av grønmeti, salati og osti kann brúkast. Nakað av grundleggjandi tilfarinum má ein brúka, men til fylluna kanst tú brúka júst tað, tær lystir. Um tú hevur havt pitabreyð til nátturða dagin fyri, so kunnu til dømis allar restirnar fara í lasanjuna dagin eftir. Við at koyra grønmeti í lasanjuna, gerst mongdin av mati eisini størri, og tí er kanska eisini okkurt eftir til matpakkan dagin eftir.

Tilfar til 4-6 fólk
400 g malið neytakjøt
3 gularøtur
2 leykir
3 pungar av hvítleyki
1 lógva av brokkoli
1 lógva av blómkáli
1 lógva av soppum
1 piparfrukt
2 dósir av hakkaðum tomatum
Kryddarí – oregano, kili, salt og pipar
1 pk bechamelsós/morneysós
Lasanjuplátur
Rivnan ost

Arbeiðsháttur
Set ovnin á 180 stig.

Tað er ymiskt, hvat man dámar, og tí kann grønmetið antin skerast grovt ella koyrast í ein minihakkara, so tað blandast við kjøtinum.

Byrja við at brúnka leykin og hvítleykin og koyr síðani kjøtið saman við. Síðani skal alt tað grøna í grýtuna, og lat tað steikja eina løtu. Krydda við oregano, kili, salti og pipari. Tú kanst smakka til við øðrum, sum tú plagar at brúka, tí tað er umráðandi, at nokk av smakki kemur í. Koyr síðani hakkaðu tomatirnar í. Um tú ynskir ein vátari konsistens, kanst tú koyra eitt sindur av vatni ella mjólk í. Um tú eigur eitt sindur av róma, so gevur tað eisini ein góðan, rundan smakk.

Koyr nú skiftivís kjøtbland, bechamelsós og lasanjuplátur í eitt eldfast fat og síðani rivna ostin ovast. Set fatið mitt í ovnin í 45 minuttir.

Lasanjan kann borðreiðast saman við salati og breyði.

Prei

Koyr eitt sindur av osti og kryddarí á gomlu breyðflísarnar, og koyr tær í ovnin í 10 minuttir. Hetta smakkar sera væl afturvið.

Um Vígdis

Vígdis hevur bloggin SukurSøtt, ið er á tremur við kreativum hugskotum og leskiligum uppskriftum.

Jólakøkumaður

Heimagjørdur jólakøkumaður...

Pastarestir

Restir úr pasta/spagetti...

Hokkaidosuppa

Kremut hokkaidosuppa Nú...

Høsnarungarestir

Høsnarungarestir á...

Bananísur

Bananísur við tilhoyri Eg...

Grønmetissúpan

Grønmetissúpan við brokkoli...
Brownie jólatrø

Brownie jólatrø

Brownie jólatrø

Jólini nærkast í hvørjum og er tað nakað eg ikki fái nokk av á jólum, so er tað sjokuláta. Hendan brownie køkan er ein tann besta eg havi smakkað og tí valdi eg at umskapa hana til hesi vøkru jólatrøini.

Tilfar til køkuna
160 g myrk sjokuláta
60 g smør
2 egg
180 g sukur
30 g mjøl
10 g kakaopulvur
½ tsk salt
40 g hvít sjokuláta
40 g ljós sjokuláta

Tilfar til prýðið
Saltstengur
Flormelis
Grøna fruktfarvu
Køkukrymmil

Arbeiðsháttur
Set ovnin á 175 stig.
Smelta 120 g av myrkari sjokulátu og smør í einari grýtu/skál yvir vatnbað.
Píska egg og sukur saman og rør síðani sjokulátablandið saman við. Rør so mjøl, kakaopulvur og salt í. Sker síðani hvítu, ljósu og og restina av myrku sjokulátuna í bitar og vend teimum í blandinum.
Vel ein fýrakantaðan form á umleið 16×16 cm, legg bakipappír á áðrenn blandið verður koyrt í. Baka køkuna í ovninum í 30 minuttir. Køkan kann tykjast at vera ov lítið bakað, tá tú tekur hana úr ovninum, men tað bilar ikki. Lat hana køla av og sker síðani køkuna í tíggju trýkantar, so stykkini líkjast jólatrøum.

Prýðið
Brúka flormelis, kókað vatn og fruktfarvu til at gera glasurin. Koyr tað síðani í ein plastposa, klipp eitt lítið hol á endan, og stroy glasurin út yvir jólatrøini. Koyr saltstengurnar í helvt og brúka tær sum fót á jólatrøunum. Enda við at prýða jólatrøini við køkukrymmil.

Eg havi klipt smáar stjørnur úr gullpappíri, límað tær á ein tannsteytara og trýst inn í toppin á jólatrænum, sum ein eyka smálut.

Prei

Um tú ikki eigur nokk av sjokulátu inni, kanst tú altíð stjala nakrar lúkur úr sjokulátakalendaranum 😉

Um Vígdis

Vígdis hevur bloggin SukurSøtt, ið er á tremur við kreativum hugskotum og leskiligum uppskriftum.

Jólakøkumaður

Heimagjørdur jólakøkumaður...

Pastarestir

Restir úr pasta/spagetti...

Hokkaidosuppa

Kremut hokkaidosuppa Nú...

Høsnarungarestir

Høsnarungarestir á...

Bananísur

Bananísur við tilhoyri Eg...
Kærleiksterta

Kærleiksterta

Kærleiksterta við súreplum og kaneli

Mær hevur altíð dámt sera væl eina góða súreplatertu, og tí fór eg í gongd við hesa uppskriftina. Eg vildi fegin forkela eygað eisini, og tí gjørdi eg eitt hjartalok.
Tað er bara hugflogið, sum setur mørk fyri, hvussu lokið skal síggja út. 🙂

Tilfarið er til eina stóra tertu ella tvær lítlar

Moyrdeiggjbotnur
160 g av køldum smøri
250 g av hveitimjøli
3 spsk. av florsukri
1 egg
Eitt sindur av salti

Fylla
Umleið 3-4 súreplir
6 spsk. av sukri
2-3 tsk. av kaneli
70 g av mandlum
Uml. 50 g av marsipani

1.stig – Deiggið
Sker smørið í smáar terningar. Blanda mjøl, florsukur og salt saman og elt tað síðani saman við smørinum. Hetta skal helst gerast skjótt, soleiðis at smørið ikki blívur heitt. Píska eggið væl, áðrenn tú eltir tað í smør- og mjølblandingina. Balla deiggið í silvurpappír og lat tað liggja í køliskápinum í 1 tíma.

2.stig – Botnurin
Set ovnin á 175°.
Tak deiggið úr køliskápinum. Brúka helvtina av deigginum til botnin. Um tað er torført at rulla deiggið út, legg tað so ímillum tveir plastposar og rulla tað til ein sirkul. Smyr tertuformin við einum veti av feitti. Legg deiggið í formin, prika í deiggið við gaffili og set at baka í ovninum í 10 minuttir. Legg restina av deigginum aftur í køliskápið.

3.stig – Fyllan
Flys súreplini og sker tey í tunnar bátar. Sker ella blenda mandlurnar smátt og blanda tær saman við sukri og kaneli. Tak tertubotnin úr ovninum og legg súreplini omaná. Rív marsipanið útyvir súreplini og enda við sukurblandingini.

4.stig – Lokið
Rulla restina av deigginum út. Brúka sama arbeiðshátt sum við botninum. Brúka ein hjartaform til at skapa hjørtuni, og legg tey síðani oman yvir súreplini. Byrja uttast og arbeið teg inneftir. Smyr egg á lokið, áðrenn tú setur tertuna í aftur ovnin í 30 minuttir á 175°.

Prei

Flógva kærleikstertan skal borðreiðast við súrróma – himmalskt!

Um Vígdis

Vígdis hevur bloggin SukurSøtt, ið er á tremur við kreativum hugskotum og leskiligum uppskriftum.

Jólakøkumaður

Heimagjørdur jólakøkumaður...

Pastarestir

Restir úr pasta/spagetti...

Hokkaidosuppa

Kremut hokkaidosuppa Nú...

Høsnarungarestir

Høsnarungarestir á...

Bananísur

Bananísur við tilhoyri Eg...
Fylt jarðber

Fylt jarðber

Fylt jarðber

Nú jarðberjatíðin er við at runda av, vil eg vísa tykkum hesar lekkru og løttu dessertirnar, ið hóska seg sera væl til hugnaligu bindiklubbakvøldini, ið eru fyri framman. Og hesa ferð verður ikki spart uppá tað søta! Lat okkum herja á!
Ps. Tær smakka fantastiska væl 🙂

Tilfar til uml. 20 fylt jarðber
1 pk jarðber
1 pk róma
1 tsk vaniljusukur
150 g sjokulátu

Arbeiðsháttur

  1. Reinsa jarðberini, sker stelkin av og turka tey síðani við køkspappíri
  2. Smelta sjokulátuna í einum vatnbað
  3. Dippa “standandi” endan av jarðberinum í smeltaðu sjokulátuna, stilla tey síðani á bakipappír og lat tey kølna í køliskápinum til sjokulátan er blivin hørð
  4. Píska róman og rør vaniljusukrið í
  5. Sker ein kross niður í jarðberini og brúka fingurin til at opna tey
  6. Koyr róman í ein sproytiposa og sproyta niður í jarðberini til ein toppur er á

Prei

Dessertirnar eru lættar at gera og ein fragd fyri eygað.

Um Vígdis

Vígdis hevur bloggin SukurSøtt, ið er á tremur við kreativum hugskotum og leskiligum uppskriftum.

Jólakøkumaður

Heimagjørdur jólakøkumaður...

Pastarestir

Restir úr pasta/spagetti...

Hokkaidosuppa

Kremut hokkaidosuppa Nú...

Høsnarungarestir

Høsnarungarestir á...

Bananísur

Bananísur við tilhoyri Eg...
Pannukøkur

Pannukøkur

Pannukøkur á spjóti

Nú jarðberjatíðin er við at runda av, vil eg vísa tykkum hesar lekkru og løttu dessertirnar, ið hóska seg sera væl til hugnaligu bindiklubbakvøldini, ið eru fyri framman. Og hesa ferð verður ikki spart uppá tað søta!
Dessertirnar eru lættar at gera og ein fragd fyri eygað. Lat okkum herja á!

Tilfar til 20-24 smáar pannukøkur
2 egg
1 tsk sukur
1 dl mjólk
1 dl havragrýn
2-3 dl mjøl
1 tsk bakipulvur
1 tsk vaniljusukur
½ tsk salt.

Pynt
1 pk jarðber
2 bananir
Nutella/smeltaða sjokulátu
10 træspjót

Arbeiðsháttur
Rør eggini, sukrið og mjólkina saman
Blanda síðani restina av turra tilfarinum saman í einum øðrum bolla.
Rør turra tilfarið spakuliga saman við eggjablandinum
Koyr smør á pannuna
Sker jarðberini og bananirnar í skivar og smyr nutella sjokulátu á pannukøkurnar
Nú er klárt at koyra á spjótini og so er bara at njóta hesa lekkru dessertina.
Bon appétit

Prei

Um tú ynskir pannukøkurnar 100% rundar, nýt so ein sproytiposa. Tú kanst eisini skera tær rundar aftaná tær eru bakaðar. Pannukøkurnar skulu hava eitt tvørsnið á umleið 3 cm.

Um Vígdis

Vígdis hevur bloggin SukurSøtt, ið er á tremur við kreativum hugskotum og leskiligum uppskriftum.

Jólakøkumaður

Heimagjørdur jólakøkumaður...

Pastarestir

Restir úr pasta/spagetti...

Hokkaidosuppa

Kremut hokkaidosuppa Nú...

Høsnarungarestir

Høsnarungarestir á...

Bananísur

Bananísur við tilhoyri Eg...