Grøna virðislønin 2017

Í gjárkvøldið avgjørdi Tórshavnar Kommuna at lata Á-handlunum Grønu virðislønina 2017. Virislønin verður latin fyri appina Too Good To Go, ið er við til at minka um matoyðsl.

Grøna virðislønin hjá Tórshavnar kommunu verður latin stovni, virki, felagi, bólki ella einstaklingi, sum á onkran hátt hevur gjørt eitt hvørt umhvørvisvinarligt átak, verkætlan ella annað, sum er umhvørvinum at frama.

Á samtakið hevur verið við til at seta matoyðsl á dagsskránna í Føroyum. Matoyðsl er matur, ið kann etast, men sum verður tveittur burtur. Við appini Too Good To Go ber til at minka um matoyðsl við at forða at matur, ið er frískur og kann etast, endar í skrellispannini. Við appini ynskja Á handlarnir at minka um matoyðsl og harvið eisini minka um CO2 útlátið. Hettar er sera týdningarmikið fyri umhvørvið. Harumframt hava Á handlarnir stimbra undir eina hugburðsbroyting, ið er týdningarmikil, tá ið tað kemur til matoyðsl hjá okkum øllum. Av hesi orsøk vilja vit handa Grønu virðislønina 2017 til Á handlarnar.

Vit í Á handlunum eru sera errin av hesum prísi, og vit vilja takka fyri góðu undirtøkuna, ið okkara átak, minka um matoyðsl, hevur fingið.

Stóra takk fyri 🙂