Kremut hokkaidosuppa

Nú byrjar man at merkja kuldan, og hvat er tá betur enn ein góð suppa! Hendan hóskar seg bæði sum ein lættur rættur á middegi og sum forrætt ella høvuðsrætt. Tað kann tykjast møtumikið at fara í gongd, men av tí at skalið eisini kann etast, er hetta ein skjótur rættur at gera.

Tilfar
1 hokkaido graskar
1 leyk
2 hvítleykspungar
1 litur vatni
1 grønmetisbótarmola
200 g rómaost
Krydda við salti, pipari og chili
Súrróma og breyð afturvið

Arbeiðsháttur

  • Reinsa graskarið og tak steinarnar burtur. Lat skalið verða á og sker graskarið í miðalstór stykkir
  • Brúnka leykin og hvítleykin í einari grýtu og koyr síðani graskarstykkini í
  • Koyr vatnið og bótarmolan í grýtuna, og lat kóka í áleið 20 minuttir
  • Blenda nú suppuna, so hon fær ein bleytan konsistens
  • At enda koyrir tú rómaostin í, letur hann smelta og smakkar til við kryddaríum

Nú er klárt at borðreiða við hesum vælsmakkandi heystrættinum.

Um Vígdis

Vígdis hevur bloggin SukurSøtt, ið er á tremur við kreativum hugskotum og leskiligum uppskriftum.

Jólakøkumaður

Heimagjørdur jólakøkumaður...

Pastarestir

Restir úr pasta/spagetti...

Høsnarungarestir

Høsnarungarestir á...

Bananísur

Bananísur við tilhoyri Eg...

Grønmetissúpan

Grønmetissúpan við brokkoli...

Summarrullur

Summarrullur við restum...