Eg elski jarðber og hendan jarðberjatertan er ein av mínum yndiskøkum, sum eg ofta geri tá okkurt lekkurt skal á borðið. Tað er ein mazarinbotnur, ið er bleytur og lekkur, og hann er smurdur við sjokulátu, køkukremi og jarðberum omaná – MUMS!

Glutenfrí

Jarðberjaterta

TILFAR
150 g mandlur
100 g uttan skal
50 g við skali
200 g bleytt smør ella kalt plantumargarin
200 g sukur
3 egg
65 g eplamjøl
50 g flormelis
100 g myrk sjokuláta
500 g jarðber
1 posa køkukrem frá Dr. Oetker (tað er glutenfrítt)
5 dl mjólk til at blanda í køkukremspulvurið
1 dl róma

 

Soleiðis gert tú

  1. Tendra ovnin á 150 stig fyrst.
  2. Koyr 100 g av mandlum í eina skál, koyr kókað vatn útyvir til tað dekkar mandlurnar og lat standa í 3-5 min. Endurtak einaferð avtrat.
  3. Koyr vatnið úr skálini og tak skalið av mandlunum. Legg mandlurnar í eitt fat og koyr í ovnin í 10-15 min., til mandlurnar eru heilt turrar. Lat tær kólna við at leggja tær í frystiboksina eina løtu (uml. 10 min).
  4. Set ovnin á 180 stig.
  5. Blenda nú mandlurnar, uttan skal og tær við skali, í blendara til mjøl.
  6. Koyr florsukurið og sukur í blendaran og blenda aftur til alt er væl saman blandað, bara nøkur fá sekund, ikki neyðugt meir enn tað.
  7. Rør mandlumjølið saman við smørinum/plantumargarininum til tað er væl blandað.
  8. Píska 1 egg í blandingina so hvørt.
  9. Síla mjølið í deiggið og rør varisliga runt.
  10. Koyr deiggið í ein smurdan tertuform (uml. 30 cm diametur) og baka í 25 – 30 min. Lat kólna í 20 min.
  11. Smelta sjokulátu, smyr útyvir botnin og stilla botnin í køliskápið til sjokulátan er stívnað. Ger køkukrem og jarðber klár ímeðan.
  12. Rør mjólkina við pulvurinum frá einum posa av køkukrempulvuri og lat standa í 20 min. í køliskápinum. Píska róman ímeðan og rør hann saman við køkukreminum tá 20 min. eru farnir.
  13. Sker jarðberini í flísar og byrja at leggja jarðberjaflísarnar uttast á køkuni og so í ring inn móti miðjuni.

Prei

Um man hevur smáar formar ber eisini til at gera smáar tertur. Tað fáast uml. 10-12 tertur burturúr hesum deigginum, um man hevur tertuformar, sum eru 8 cm í diametur.

Um Unn

Eg eiti Unn og búgvi í Keypmannahavn, har eg arbeiði við at tillaga talgildar loysnir til tørvin hjá brúkarunum.
Eg havi cøliaki/glutenviðkvæmi og havi tí gjørt bloggin glutenfrifoodie.dk, har tú kanst finna íblástur til góðan og leskiligan glutenfrían mat og bakstur.