Sjokulátakøkan hjá SukurSøtt
Eg vísa tykkum hesa lekkru og løttu dessertirna, ið hóskar seg sera væl til hugnaligu bindiklubbakvøldini. Og hesa ferð verður ikki spart upp á tað søta!
Dessertin er løtt at gera og ein fragd fyri eygað. Lat okkum herja á!
Tilfar til eina runda køku við diametur á 16-20 cm
2 dl mjøl
2 dl sukur
1,5 dl kakaopulvur
1 tsk bakipulvur
1 tsk natron
eitt sindur av salti
1 dl mjólk
0,5 dl olju
1 egg
2 tsk vaniljusukur
1 dl kókað vatn
Tilfar til smørkrem
170 g smør
325 g flormelis
65 g kakao
1 tsk vaniljusukur
1/2 dl mjólk
Soleiðis gert tú
- Set ovnin á 175° og smyr formin við smøri.
- Byrja við at koyra mjøl, sukur, kakaopulvur, bakipulvur, natron, vaniljusukur og salt í ein bolla og rør tað væl saman. Koyr síðani mjólk, olju og egg í mjølblandið, og píska væl. Enda við at koyra kókandi vatnið í blandið, og píska við høgari ferð.
- Koyr nú deiggið í formin og baka mitt í ovninum í 30-35 minuttir.
- Fyri at vera vís í, at køkan er bakað, kanst tú trýsta ein knív mitt í køkuna. Tá knívurin kemur reinur úr, er køkan bakað. Lat køkuna kólna í forminum í 10 minuttir. Tak hana síðani úr og set hana á kølna á einari rist.
- Nú skulu vit gera smørkremið.
- Píska smør og flormelis væl saman, so ongir klumpar eru. Koyr síðani restina av tilfarinum í og píska væl. Smyr nú smørkremið oman yvir alla køkuna.
Prei
Eg havi prýtt køkuna við rivnari sjokulátu og bláberum, men hetta kann saktans skiftast út við okkurt annað.