Jarðberja- og ostakøkuísur

Jarðberja- og ostakøkuísur

Jarðberja- og ostakøkuísur

Ísbland
5 dl róma
6 hitaviðgjørdar eggjablommur
125 sukur
1 tsk vaniljusukur
400 g jarðber

Ostakøkubland
200 g rómaost
1 dl flormelis
1 tsk vaniljusukur
4 spsk róma

Tilhoyr
100 g Digestive keks
10 marengstoppar

Ísblandið

  • Sker jarðberini í smáar bitar.
  • Píska eggjablommurnar og sukrið væl til liturin verður ljósagulur.
  • Goym fýra spísiskeiðir av róma til ostakøkublandið og píska síðani róman í einum bolla fyri seg.
  • Blanda síðani sukurblandið saman við rómanum og rør vaniljusukur og jarðberini í.

Ostakøkublandið

    • Píska rómaost, flormelis, vaniljusukur og róma væl saman, til tað fær eina passaliga tjúkt.

 

  • Koyr helvtina av ísblandinum í eitt fat, ið er uml. 20×30 cm.
  • Koyr síðani ostakøkublandið omaná. Knúsa Digestive keksirnar og marengstopparnar útyvir.
  • Enda við at koyra restina av ísblandinum omaná og rør eitt sindur runt við einari skeið, so ostakøku- og ísblandið verða blandað saman.
  • Koyr plastfoliu út yvir fatið og set tað í frystaran í minsta lagi átta tímar.

Prei

Tú velur sjálv/ur, um tú ynskir at gera ísin í portiónum ella í einum fati.

Hjarta lagkøkan

Hjarta lagkøkan

Hjarta lagkøkan

Køkubotnar
4 egg
150 g sukur
150 g mjøl
1 tsk bakipulvur

  • Set ovnin á 200°
  • Píska egg og sukur til ein luftigan eggjasnaps
  • Blanda mjøl og bakipulvur saman og stroy tað í eggjasnapsin og vend tað spakuliga saman
  • Koyr alt deiggið í ein smurdan form og skumpa deiggið út í kantarnar, so tað er minni av deiggi í miðjuni. Soleiðis sleppur tú undan at køkubotnurin er hægri í miðjuni, tá hann er bakaður
  • Baka botnin niðast í ovninum, í uml. 30 min.
  • Tak botnin úr ovninum og legg hann at kólna á einari rist
  • Aftaná skert tú botnin tvørturum, so tað nú eru tveir eins lagkøkubotnar

 

Køkukrem
4 egg
100 g sukur
2 tsk vaniljusukur
60 g maizena
5 dl mjólk
5 dl róma

  • Píska egg og sukur væl saman, so tað verður gult og skúmandiKoyr maizena í og píska aftur
  • Kóka mjólkina og vaniljusukrið, men rør í alla tíðina, soleiðis at mjólkin ikki brennir
  • Koyr nú heitu mjólkina í saman við eggjablandinum ímeðan tú pískar.
  • Nú skal eggjablandið aftur í grýtuna og koma upp á kók, ímeðan tú rørir í við einum pískirísi.
  • Nú er kremið blivið tjykkri og verður sett á køl.
  • Píska róman fyri seg og vend honum saman við køkukreminum í smáum mongdum
  • Koyr kremið í ein sproytiposa

 

Pynt
Jarðber
Marengstoppar
Skúmgæti
Kinder bueno sjokuláta

  • Legg ein botn á fatið, tú vilt borðreiða køkuna á
  • Sproyta eitt tjúkt lag av køkukremi omaná
  • Stroy Kinder bueno sjokulátu útyvir
  • Legg seinna botnin omaná og sproyta aftur eitt tjúkt lag av køkukremi útyvir
  • Nú er bert eftir at prýða við skornum jarðberum, marengstoppum, skúmgæti og Kinder bueno sjokulátuni

 

Um Vígdis

Vígdis hevur bloggin SukurSøtt, ið er á tremur við kreativum hugskotum og leskiligum uppskriftum.

Jólakøkumaður

Heimagjørdur jólakøkumaður...

Pastarestir

Restir úr pasta/spagetti...

Hokkaidosuppa

Kremut hokkaidosuppa Nú...

Høsnarungarestir

Høsnarungarestir á...

Bananísur

Bananísur við tilhoyri Eg...
Smárættir

Smárættir

Smárættir

Hesir smárættir kunnu brúkast til nógv ymisk høvi og eru eisini eitt njótilsi fyri eyguni. Lat okkum herja á!

Minitvíflísar

Tilfar
Tvíflísabreyð
Sjerritomatir
Grønt pesto
Mozzarellaostur
Salat
Agurka
Tannsteytarar

Soleiðis gert tú

  • Sker skorpuna av tvíflísunum og sker hvørja einstaka í fýra bitar
  • Smyr grønt pesto á allar tær smáu tvíflísarnar
  • Legg eitt salatblað og eina flís av mozzarellaosti á helvtina av tvíflísunum
  • Sker agurkuna í tjúkkar skivur
  • Brúka nú tannsteytaran, og koyr eina skivu av agurku á, síðani ovastu helvtina av tvíflísini og til seinast sjerritomatina saman við restini av tvíflísini
Tacos-koppar

Tilfar
Oksakjøt
Reyð piparfrukt
Leyk
Pipar og salt
Hvítleyk
Kettjup
Rivnan ost
Tortilla-pannukøkur
(Muffin-bakiplátu)

Soleiðis gert tú

  • Set ovnin á 175°
  • Brúnka kjøtið og leykin
  • Sker reyðu piparfruktina smátt og koyr hana í saman við kjøtinum
  • Krydda við salti, pipari og hvítleyki og smakka til við kettjupi
  • Sker rundu tortilla-pannukøkuna í fýra stykkir
  • Brúka eina muffin-bakiplátu, og legg eitt tortilla pannukøkustykki í hvørt hol
  • Koyr nú fylluna í og stroy rivnan ost omanyvir
  • Baka í ovninum í umleið 20 min.
Tortilla-rullur

Tilfar
Tortilla-pannukøkur
Salat
Pikant rómaost
Grasleyk
Luftturkaða skinku

Soleiðis gert tú

  • Smyr eitt lag av rómaosti á alla pannukøkuna
  • Stroy væl av salati og smátt skorna grasleykin útyvir
  • Legg nakrar flísar av skinkuni omanyvir og rulla síðani pannukøkuna saman
  • Sker nú fyltu pannukøkuna í smalar skivur
  • Tú kanst trýsta tannsteytarar í

Um Vígdis

Vígdis hevur bloggin SukurSøtt, ið er á tremur við kreativum hugskotum og leskiligum uppskriftum.

Jólakøkumaður

Heimagjørdur jólakøkumaður...

Pastarestir

Restir úr pasta/spagetti...

Hokkaidosuppa

Kremut hokkaidosuppa Nú...

Høsnarungarestir

Høsnarungarestir á...

Bananísur

Bananísur við tilhoyri Eg...
Sjokulátakøkan

Sjokulátakøkan

Sjokulátakøkan hjá SukurSøtt

Eg vísa tykkum hesa lekkru og løttu dessertirna, ið hóskar seg sera væl til hugnaligu bindiklubbakvøldini. Og hesa ferð verður ikki spart upp á tað søta!
Dessertin er løtt at gera og ein fragd fyri eygað. Lat okkum herja á!

Tilfar til eina runda køku við diametur á 16-20 cm
2 dl mjøl
2 dl sukur
1,5 dl kakaopulvur
1 tsk bakipulvur
1 tsk natron
eitt sindur av salti
1 dl mjólk
0,5 dl olju
1 egg
2 tsk vaniljusukur
1 dl kókað vatn

Tilfar til smørkrem
170 g smør
325 g flormelis
65 g kakao
1 tsk vaniljusukur
1/2 dl mjólk

Soleiðis gert tú

  • Set ovnin á 175° og smyr formin við smøri.
  • Byrja við at koyra mjøl, sukur, kakaopulvur, bakipulvur, natron, vaniljusukur og salt í ein bolla og rør tað væl saman. Koyr síðani mjólk, olju og egg í mjølblandið, og píska væl. Enda við at koyra kókandi vatnið í blandið, og píska við høgari ferð.
  • Koyr nú deiggið í formin og baka mitt í ovninum í 30-35 minuttir.
  • Fyri at vera vís í, at køkan er bakað, kanst tú trýsta ein knív mitt í køkuna. Tá knívurin kemur reinur úr, er køkan bakað. Lat køkuna kólna í forminum í 10 minuttir. Tak hana síðani úr og set hana á kølna á einari rist.
  • Nú skulu vit gera smørkremið.
  • Píska smør og flormelis væl saman, so ongir klumpar eru. Koyr síðani restina av tilfarinum í og píska væl. Smyr nú smørkremið oman yvir alla køkuna.

Prei

Eg havi prýtt køkuna við rivnari sjokulátu og bláberum, men hetta kann saktans skiftast út við okkurt annað.

Um Vígdis

Vígdis hevur bloggin SukurSøtt, ið er á tremur við kreativum hugskotum og leskiligum uppskriftum.

Jólakøkumaður

Heimagjørdur jólakøkumaður...

Pastarestir

Restir úr pasta/spagetti...

Hokkaidosuppa

Kremut hokkaidosuppa Nú...

Høsnarungarestir

Høsnarungarestir á...

Bananísur

Bananísur við tilhoyri Eg...
Smákøkur

Smákøkur

Smákøkur við mini eggs

Tilfar
100 g smør
150 g sukur
1 egg
135 g mjøl
20 g kakao pulvur
180 g mini eggs

Soleiðis gert tú

  • Set ovnin á 200 stig.
  • Sker helvtina av minieggunum í smáar bitar.
  • Píska sukur og smør væl saman og koyr síðani eggið í. Blanda kakaopulvur saman við mjølinum, áðrenn tú koyrir tað í sukurblandið og píska so aftur.
  • Koyr smáu bitarnar av minieggs í køkublandið. Hetta kann tykjast torført, tí blandið er sera tjúkt.
  • Brúka skeið at deila deiggið við og legg tað í áleið átta bóltar á eina klædda bakiplátu. Trýst nú trý heil miniegg í miðjuna á hvørjum bólti og dekka útyvir við deigginum. Legg /trýst tey síðstu minieggini omanyvir køkurnar.
  • Baka nú mitt í ovninum í 8-10 minuttir.
  • Tá tú tekur køkurnar úr ovninum, skulu tær verða bleytar í miðjuni og eitt sindur broyskar rundan um kantin.
  • Lat køkurnar kølna á einari rist, og so eru tær klárar at eta. Legg til merkis at minieggini, sum blivu løgd í miðjuna, nú eru smeltaði.

Prei

Gott at eiga inni, tá tú mungar eftir onkrum søtum afturvið te- ella kaffimunninum.

Um Vígdis

Vígdis hevur bloggin SukurSøtt, ið er á tremur við kreativum hugskotum og leskiligum uppskriftum.

Jólakøkumaður

Heimagjørdur jólakøkumaður...

Pastarestir

Restir úr pasta/spagetti...

Hokkaidosuppa

Kremut hokkaidosuppa Nú...

Høsnarungarestir

Høsnarungarestir á...

Bananísur

Bananísur við tilhoyri Eg...