Croissantar

Croissantar

Fyltir croissantar

Hesin rætturin kann njótast sum ein lættur miðmáli ella forrættur. Tað er lætt at skapa croissantarnar við keypta smørdeigginum, og fylluna kann man sjálvur avgera, men hendan samansetingin hóskar væl.

Tilfar til 2-3 persónar
1 pakka smørdeiggj
1 eskju Graasten høsnarungasalat
1 avokado
1 pk flesk
1 egg
Salat
Mais

Arbeiðsháttur

  • Byrja við at skera keypta smørdeiggið í fimm tríkantar.
  • Sker tríkantarnar tvørtur um breiddina, soleiðis at tú fært tríggjar stórar og tveir lítlar tríkantar.
  • Rulla síðani hvønn tríkant, og byrja við tí breiða endanum.
  • Píska eggið, smyr tað oman yvir croissantarnar og baka á 180° í 15 min.
  • Steik nú fleskið ímeðan croissantarnir verða bakaðir.
  • Tak gyltu croissantarnar úr ovninum og sker eitt hol allan vegin eftir longdini.
  • Byrja við at leggja eitt sindur av salati niðast, síðani høsnarungasalatið og enda við restini av grønmetinum og fleskinum.

Prei

Nú er klárt at borðreiða.

Um Vígdis

Vígdis hevur bloggin SukurSøtt, ið er á tremur við kreativum hugskotum og leskiligum uppskriftum.

Jólakøkumaður

Heimagjørdur jólakøkumaður...

Pastarestir

Restir úr pasta/spagetti...

Hokkaidosuppa

Kremut hokkaidosuppa Nú...

Høsnarungarestir

Høsnarungarestir á...

Bananísur

Bananísur við tilhoyri Eg...
Churros

Churros

Heimagjørd Churros

Churros er eisini kent sum “sponsk rør”. Hetta er ein dessert, sum eisini er væl dámd í Europa og kanska helst í sambandi við jólahøgtíðina. Hesini rørini eru sera skjót at gera og krevja lítið av tilfari, so vit fara beint til verka.

Tilfar
10-20 g sukur
2,5 dl vatn
0,5 tsk salt
125 g mjøl
2 spsk av olju

Olju til steiking
Kanelsukur til pynt
Flótandi sjokulátu afturvið

Arbeiðsháttur

  • Set eina lítla grýtu útá og hita vatn saman við sukri, salti og 2 spsk av olju. Rør væl og tá hetta er samlað skrúvar tú upp fyri hitanum, so tað kemur upp á kók.
  • Sløkk nú hitan og stroy mjølið spakuliga í, ímeðan tú rørir við einum pískirísi.
  • Nú er deiggið liðugt. Koyr tað í ein sterkan sproytiposa. Brúka ein stjørnutút at seta á sproytiposan, so tú fært rætta mynstrið. Vel ikki eitt ov stórt mynstur, tí tá kann tað vera torført at baka tíni churros nóg væl. Sproyta nú deiggið út í stykkir á umleið 7 cm og legg tey klár.
  • Ger nú kanelsukur í eina skál. Legg eisini ein tallerk kláran við køkspappíri í at leggja tíni churros í, tá tú tekur tey upp úr grýtuni.
  • Koyr nú olju í eina grýtu, helst upp til umleið 5-10 cm ella soleiðis at tíni churros verða dekkað tá tú leggur tey í. Lat oljuna koma upp á umleið 190 stig, og so er tíð at steikja tíni churros.
  • Steik tey til tey fáa ein gyltan lit. Lat oljuna dryppa av á køkspappírið áðrenn tú stroyir kanalsukur omanyvir.

Prei

Flótandi sjokuláta og/ella ísur hóskar seg sera væl afturvið churros.

Um Vígdis

Vígdis hevur bloggin SukurSøtt, ið er á tremur við kreativum hugskotum og leskiligum uppskriftum.

Jólakøkumaður

Heimagjørdur jólakøkumaður...

Pastarestir

Restir úr pasta/spagetti...

Hokkaidosuppa

Kremut hokkaidosuppa Nú...

Høsnarungarestir

Høsnarungarestir á...

Bananísur

Bananísur við tilhoyri Eg...
Jólakøkumaður

Jólakøkumaður

Heimagjørdur jólakøkumaður

v/vatndeiggi (vandbakkelse)

Júst henda dagin fekk eg onga reyða fruktfarvu. Tískil brúkti eg reytt fondant ístaðin, sum eg rullaði út og skar til, so tað passaði til nissuhúgvuna og nissubuksurnar.) Men her hevði hóskað seg at nýtt reyðan glasur ístaðin.

Tilfar
150 g smør
4 dl vatn
200 g mjøl
2 tsk sukur
5-6 egg

Rómi
Reyða og hvíta fruktfarvu
Flormelis
Góðgæti til prýði

Arbeiðsháttur
Set ovnin á 200 stig.

Hita smør og vatn í einari grýtu til tað er smeltað. Koyr síðani sukur og mjøl í blandið, ímeðan tú rørir.

Tak nú grýtuna av plátuni, koyr deiggið í ein bolla og lat tað kólna eina løtu.

Koyr síðani eitt egg í blandið í senn og píska væl ímillum.

Tak nú eina bakiplátu fram og legg bakipappír omaná. Tekna formin av jólamanninum á bakipappírið og legg deiggið á innan fyri linjurnar.

Baka nú mitt í ovninum í 30 minuttir og lat síðani jólamannin kólna, áðrenn tú byrjar at pynta.

 

Prei

Tú kanst prýða við tí tú ynskir. Rómin “smeltar” aftaná nakrar tímar, so eitt hugskot kundi verið at brúkt skúmgæti (marshmallows) ístaðin, saman við øðrum góðgæti til prýði.

Um Vígdis

Vígdis hevur bloggin SukurSøtt, ið er á tremur við kreativum hugskotum og leskiligum uppskriftum.

Jólakøkumaður

Heimagjørdur jólakøkumaður...

Pastarestir

Restir úr pasta/spagetti...

Hokkaidosuppa

Kremut hokkaidosuppa Nú...

Høsnarungarestir

Høsnarungarestir á...

Bananísur

Bananísur við tilhoyri Eg...
Pastarestir

Pastarestir

Restir úr pasta/spagetti

Dugir nakar at kóka júst røttu mongdina av spagetti? Nei ha? Tað er í hvussu er hjá nógvum, at ein rúgva loypur av. Við hesari uppskriftini kanst tú nýta spagettiavlopið saman við øðrum góðum, tú eigur í køliskápinum. Eg vildi mett, at mest umráðandi tilfarið umframt spagetti er pikant rómaosturin og frísku basilikum bløðini. Tú kanst fylgja hesari uppskriftini, ella tú velur at lata hugflogið avgera restina.

Tilfar til 4 fólk
200 g spagetti
200 g pikant rómaost
100 g skinkustrimlar
10 sjerrytomatir
2,5 dl róma til matgerð
2 egg
1 reyðleyk
3 pungar hvítleyk
Frískt basilikum
Rivnan ost
Salt, pipar og hvítleykspipar

Arbeiðsháttur
Set ovnin á 200° við luft.

Smyr eitt eldfast fat við eitt sindur av olju og legg spagetti í fatið.

Sker reyðleykin, sum tú ynskir hann. Rør eggini saman í einum bolla og rør síðani pikant ostin saman við.

Koyr síðani róman, leykin og hvítleykin í bollan og rør eisini kryddaríini í.

Legg skinkustrimlar og tomatir omanyvir spagetti og stroy eggjablandið javnt omanyvir.

Stroy eitt sindur av rivnum osti á og set fatið mitt í ovnin í 20-30 minuttir.

Prei

Borðreið við einari góðari salat og breyði.

Um Vígdis

Vígdis hevur bloggin SukurSøtt, ið er á tremur við kreativum hugskotum og leskiligum uppskriftum.

Jólakøkumaður

Heimagjørdur jólakøkumaður...

Pastarestir

Restir úr pasta/spagetti...

Hokkaidosuppa

Kremut hokkaidosuppa Nú...

Høsnarungarestir

Høsnarungarestir á...

Bananísur

Bananísur við tilhoyri Eg...
Hokkaidosuppa

Hokkaidosuppa

Kremut hokkaidosuppa

Nú byrjar man at merkja kuldan, og hvat er tá betur enn ein góð suppa! Hendan hóskar seg bæði sum ein lættur rættur á middegi og sum forrætt ella høvuðsrætt. Tað kann tykjast møtumikið at fara í gongd, men av tí at skalið eisini kann etast, er hetta ein skjótur rættur at gera.

Tilfar
1 hokkaido graskar
1 leyk
2 hvítleykspungar
1 litur vatni
1 grønmetisbótarmola
200 g rómaost
Krydda við salti, pipari og chili
Súrróma og breyð afturvið

Arbeiðsháttur

  • Reinsa graskarið og tak steinarnar burtur. Lat skalið verða á og sker graskarið í miðalstór stykkir
  • Brúnka leykin og hvítleykin í einari grýtu og koyr síðani graskarstykkini í
  • Koyr vatnið og bótarmolan í grýtuna, og lat kóka í áleið 20 minuttir
  • Blenda nú suppuna, so hon fær ein bleytan konsistens
  • At enda koyrir tú rómaostin í, letur hann smelta og smakkar til við kryddaríum

Nú er klárt at borðreiða við hesum vælsmakkandi heystrættinum.

Um Vígdis

Vígdis hevur bloggin SukurSøtt, ið er á tremur við kreativum hugskotum og leskiligum uppskriftum.

Jólakøkumaður

Heimagjørdur jólakøkumaður...

Pastarestir

Restir úr pasta/spagetti...

Hokkaidosuppa

Kremut hokkaidosuppa Nú...

Høsnarungarestir

Høsnarungarestir á...

Bananísur

Bananísur við tilhoyri Eg...

Grønmetissúpan

Grønmetissúpan við brokkoli...