Mmm…nakar annar, sum er líka glað/ur fyri rabarbur sum eg eri? Kanska ert tú ein av teimum hepnu, sum hevur rabarbur í garðinum? So er upplagt at gera hesa køkuna. Rabarba er ein av mínum yndis smakkum til køkur, tí hon gevur bæði ein søtan og súrligan smakk, akkurát sum mær dámar køkur best.

Glutenfrí

Rabarbu-marsipan køka

Tilfar

300 g rabarbur
125 g sukur
2 egg
150 g smør
2 tsk vaniljusukur
1 ½ tsk. bakipulvur
200 g marsipan
60 g glutenfrítt havramjøl
40 g eplamjøl

Soleiðis gert tú

Set ovnin á 175 stig/ heitluft.
Sker 200 g av rabarbunum í smáar bitar og 100 g av teimum í tunnar flísar.
Píska egg, sukur og vaniljusukur væl saman til tjúkt eggjaskúm, uml. 5-10 min.
Smelta smørið.
Blanda tað glutenfría havramjølið saman við eplamjølinum og bakipulvurinum.
Rív marsipanið í eggjaskúmið – eitt sindur í senn og rør inn í millum.
Koyr tey 200 grammini av rabarbum í blandingina og rør varliga.
Koyr síðani mjølblandingina og smeltaða smørið í, eitt sindur í senn, og rør varliga runt til alt er væl saman blandað.
Legg bakipappír í botnin á einum formi, sum er 24 cm diametur, smyr síðurnar við eitt sindur av smøri og stoyt deiggið í.
Legg nú varliga tær tunnu rabarbuflísarnar omaná og baka í uml. 45 min.

Til ber eisini at blenda vanligt havragrýn til mjøl, um man ikki hevur cøliaki.

Prei

Um tú etur hana flógva, hóskar tað seg sera væl at blanda skyr, róma og vaniljusukur saman og hava afturvið.

Um Unn

Eg eiti Unn og búgvi í Keypmannahavn, har eg arbeiði við at tillaga talgildar loysnir til tørvin hjá brúkarunum.
Eg havi cøliaki/glutenviðkvæmi og havi tí gjørt bloggin glutenfrifoodie.dk, har tú kanst finna íblástur til góðan og leskiligan glutenfrían mat og bakstur.