Hesa uppskrift gjørdi eg, fyri trimum árum síðani, uml. 1 ár eftir, at eg hevði fingið staðfest cøliaki. Eg mungaði so illa eftir rugbreyðsbollum við sjokulátu, sum man kundi keypa frá bakaranum, men sum eg jú ikki kundi eta. So eg setti mær fyri at royna at gera eina uppskrift uttan gluten.
Eg datt fram á hana nú ein dagin og hugsaði, at nú fari eg at gera hana enn betri, tí nú havi eg enn fleiri royndir við at baka glutenfrítt. Bollarnir eru nógv luftigari…mums. Teir eru eisini sera væl egnaðir til matpakkan. Væl gagnist.
Glutenfrí Sjoko rug Wannabe
Tilfar
2 tsk. turrger
3 dl vatn
3 dl mjólk
2 tsk. sukur
75 g glutenfrítt havragrýn
200 g glutenfrítt havramjøl
75 g majsstívilsi
20 g fiberhusk
75 g knústar mandlur
50 g hørfræ
50 g sesamfræ
1 tsk. borðsalt
150 g sjokuláta
Soleiðis gert tú
- Hita mjólk og vatn í eini grýtu til tað er lunkað.
- Koyr vætuna í ein bolla ella rørimaskinu, koyr ger og sukur í og rør skjótt runt. Lat standa í 10 min. við viskustykki omanyvir.
- Sker mandlurnar og sjokulátuna í minni bitar og blanda saman við restini av tí turra tilfarinum.
- Eftir teir 10 min. blandar tú tað turra við tí váta tilfarinum og rørir væl, til deiggið er væl elt saman.
- Lat deiggið ganga í 1 tíma.
- Set ovnin á 225 stig (heitluft) við tveimum bakiplátum inni í, so tær gerast heitar. (uml 15 min. áðrenn deiggið er liðugt at ganga.)
- Tá deiggið er liðugt at ganga, formar tú tað til bollar. Ansa eftir ikki at kroysta ov nógva luft úr deigginum – eg plagi at skera deiggið sundur í smærri bitar til bollar.
- Legg bollarnar á bakipappír, sum tú síðani togar yvir á heitu bakipláturnar og setur inn aftur í ovnin.
- Baka í 10 min. á 225 stigum og síðani 10 min. afturat á 200 stigum. Lat kølna uml ½ tíma áðrenn tú skerur ella etur teir.
Prei
Tað ber eisini til at koyra t.d. bláber í, ístaðin fyri sjokulátu, men so hevði eg koyrt bláberini í, beint sum alt deiggið er elt væl saman og áðrenn tað skal setast at ganga.
Um Unn
Eg eiti Unn og búgvi í Keypmannahavn, har eg arbeiði við at tillaga talgildar loysnir til tørvin hjá brúkarunum.
Eg havi cøliaki/glutenviðkvæmi og havi tí gjørt bloggin glutenfrifoodie.dk, har tú kanst finna íblástur til góðan og leskiligan glutenfrían mat og bakstur.