Lærlingur til Á handilin við Sundsvegin

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum og tænastusinnaðum handilslærlingi við sergrein innan matvøru.

Vit bjóða
Eitt áhugavert og spennandi arbeiðspláss við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum. Handilin er partur av PH samtakinum, og merkir hetta, at lærlingurin eisini kemur á høvuðsskrivstovuna at nema sær kunnleika innan innkeyp, sølu, goymslu og vørustreymsamskipan. Lærlingurin fær eina fullfíggjaða læruætlan við byrjan.

Lærutíðin er millum 2 og 4 ár, alt eftir hvørja útbúgving umsøkjarin hevur. Í lærutíðini skal lærlingurin fimm ferðir til Danmarkar á skeið, tvær vikur í senn.

Lønin og setanarviðurskiftini eru sambært S&K sáttmálanum.

Umsøkjarin
Vit vænta, at tú:

  • Raðfestir góða kundatænastu
  • Ert røkin og álítandi og dámar væl at hava gott skil á
  • Megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn
  • Tað er ein fyrimunur, um tú hevur FHS-, HH-, HF-, studentprógv ella aðra miðnámsútbúgving

Skrivlig umsókn skal sendast umvegis heimasíðuna. Avrit av prógvum, CV, viðmælum o.a. skal eisini viðfestast.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. mai 2019.

Neyvari upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Monica Ciurci, handilsleiðara, á tlf. 273154.

Starvsumsókn - Lærlingur til Á Sundsvegur

 

Verification