Leiðari til Á handilin við Sundsvegin

Vit leita eftir einum ágrýtnum leiðara, ið ynskir at gera upplivingina hjá kundum okkara enn betri. Her hevur tú møguleikan at blíva partur av eini handilsfyritøku í vøkstri og sum tekur ábyrgd og raðfestur góða kundatænastu. Um tú ert til reiðar at bretta upp um armar og ynskir ein fjølbroyttan arbeiðsdag, ja so hóska vit møguliga væl saman.

Tú hóskar væl til starvið, um tú:

  • Tekur ábyrgd og hevur hug og vilja at betra um avrikið hjá handlinum
  • Hevur eitt skipað arbeiðslag og altíð ger tingini ordiligt
  • Ert smílandi og altíð fús/ur at leypa til um kundarnir hava tørv á hjálp
  • Kanst taka undir við grundhugsjónini um at minka um matoyðsl og at verja umhvørvið
  • Ert ein góður leiðari og stuðlar undir góðum samanhaldi

Um spurningar eru til starvið, ber til at ringja til Bassa Haraldsen, á tlf. 214005.

Starvið verður lønt sambært avtalu og talan er um eina kappingarføra løn.

Skrivlig umsókn skal sendast umvegis heimasíðuna. Avrit av prógvum, CV, viðmælum o.a. skal eisini viðfestast.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 24. mai 2020.

Starvsumsókn - Leiðari til Á Sundsvegur

 

Verification