Næmingur til Á handilin í Vági

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum og tænastusinnaðum handilslnæmingi við sergrein innan matvøru.

Vit bjóða
Eitt áhugavert og spennandi arbeiðspláss við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum.

Lærutíðin er millum 2 og 4 ár, alt eftir hvørja útbúgving umsøkjarin hevur. Í lærutíðini skal næmingurin fimm ferðir til Danmarkar á skeið, tvær vikur í senn.

Lønin og setanarviðurskiftini eru sambært S&K sáttmálanum.

Vit vænta, at tú:

  • Raðfestir góða kundatænastu
  • Ert røkin og álítandi og dámar væl at hava gott skil á
  • Megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn
  • Tað er ein fyrimunur, um tú hevur FHS-, HH-, HF-, studentprógv ella aðra miðnámsútbúgving

Avrit av prógvum, CV, viðmælum o.a. skal eisini viðfestast.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 15. oktober 2019.

Neyvari upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Allan Enghamar, handilsleiðara, á tlf. 588500.

Starvsumsókn - Lærlingur til Á Torgið

 

Verification