Næmingur til Á handilin við Landavegin
Vit sóknast eftir einum ágrýtnum og tænastusinnaðum handilslærlingi við sergrein innan matvøru.
Vit bjóða eitt áhugavert og spennandi arbeiðspláss við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum.
Lærutíðin er millum 2 og 4 ár, alt eftir hvørja útbúgving umsøkjarin hevur.
- Við 9. flokki er lærutíðin 4 ár
- Við FHS prógvið er lærutíðin 3 ár
- Við Student ella HF er lærutíðin 2,5 ár
- Við FHS + student ella HH er lærutíðin 2 ár
Í lærutíðini skal næmingurin fimm ferðir til Danmarkar á skeið, eina viku í senn.
Lønin og setanarviðurskifti eru sambært S&K sáttmálanum.
Vit vænta, at tú:
- Raðfestir góða kundatænastu
- Ert røkin og álítandi og dámar væl at hava gott skil á
- Megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur FHS-, HH-, HF-, studentprógv ella aðra miðnámsútbúgving
Skrivlig umsókn skal sendast umvegis heimasíðuna. Avrit av prógvum, CV, viðmælum o.a. skal eisini viðfestast.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 3. mai 2022.
Neyvari upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Kára Andreasen, handilsleiðara, á tlf. 212444.