Næmingur til Á handilin við Sundsvegin

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum og tænastusinnaðum handilsnæmingi við sergrein innan matvøru.

Vit bjóða eitt áhugavert og spennandi arbeiðspláss við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum.

Lærutíðin er millum 2 og 4 ár, alt eftir hvørja útbúgving umsøkjarin hevur.

  • Við 9. flokki er lærutíðin 4 ár
  • Við FHS prógvið er lærutíðin 3 ár
  • Við Student ella HF er lærutíðin 2,5 ár
  • Við FHS + student ella HH er lærutíðin 2 ár

Í lærutíðini skal næmingurin fimm ferðir til Danmarkar á skeið, eina viku í senn.

Lønin og setanarviðurskiftini eru sambært S&K sáttmálanum.

Vit vænta, at tú:

  • Raðfestir góða kundatænastu
  • Ert røkin og álítandi og dámar væl at hava gott skil á
  • Megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur FHS-, HH-, HF-, studentprógv ella aðra miðnámsútbúgving.

Skrivlig umsókn skal sendast umvegis heimasíðuna. Avrit av prógvum, CV, viðmælum o.a. skal eisini viðfestast.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. mai 2021.

Neyvari upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Guðrun Madsen, handilsleiðara, á tlf. 262696.

Starvsumsókn - Næmingur til Á Sundsvegur

 

Verification