Starvsfólk til Á handilin á Glyvrum
– fulla tíð
Vit leita eftir einum ágrýtnum starvsfólki, ið ynskir at gera upplivingina hjá kundum okkara enn betri. Her hevur tú møguleikan at blíva partur av eini handilsfyritøku í vøkstri og sum tekur ábyrgd og raðfestir góða kundatænastu.
Tínar høvuðs arbeiðsuppgávur verða:
- Ráðgeva og hjálpa kundunum
- Vørubílegging
- Tryggja at vørugóðskan altíð er tann besta
- Seta vøru fram og snøgga um handilin
Tú fært títt egna ábyrgdarøki, har tú hevur møguleika at vísa tíni hugskot
Tú hóskar væl til starvið, um tú:
- Ert smílandi og altíð fús/ur at leypa til um kundarnir hava tørv á hjálp
- Tekur ábyrgd og hevur hug og vilja at betra um avrikið hjá handlinum
- Hevur eitt skipað arbeiðslag og altíð ger tingini ordiligtum
- Kanst taka undir við grundhugsjónini um at minka um matoyðsl og at verja umhvørvið
- Ert ein góður starvsfelagi og stuðlar undir góðum samanhaldi
Um spurningar eru til starvið, ber til at ringja til Margrethu Thomsen, handilsleiðara, á tlf. 233939.
Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum S&K og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Talan er um 40 tímar um vikuna millum kl. 07.15 – 16.00.
Skrivlig umsókn skal sendast umvegis heimasíðuna.
Avrit av prógvum, CV, viðmælum o.a. skal eisini viðfestast.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 27. desember 2020.