Starvsfólk til Á handilin við Sundsvegin

– aftaná skúlatíð

Vit leita eftir einum ágrýtnum starvsfólki, ið ynskir at gera upplivingina hjá kundum okkara enn betri. Her hevur tú møguleikan at blíva partur av eini handilsfyritøku í vøkstri og sum tekur ábyrgd og raðfestir góða kundatænastu. Um tú ert til reiðar at bretta upp um armar og ynskir ein fjølbroyttan arbeiðsdag, ja so hóska vit møguliga væl saman.

Tínar høvuðs arbeiðsuppgávur verða:

  • Seta vøru fram og snøgga um handilin
  • Rudda upp í handlinum og á goymsluni
  • Hjálpa kundunum og avgreiða við kassan

Tú hóskar væl til starvið, um tú:

  • Ert smílandi
  • Altíð ger tingini ordiligt
  • Tekur ábyrgd og hevur hug og vilja at betra um avrikið hjá handlinum
  • Ert ein góður starvsfelagi

Um spurningar eru til starvið, ber til at ringja til Guðrun Madsen, leiðara, á tlf. 262696.

Arbeiðstíðin er mikudag ávikavist kl. 16-19/19-22 og fjórða hvørt vikuskifti (fríggjadag kl. 16-19/19-22 og leygardag kl. 8-15/15-22). Arbeiðstíðin kann eisini vera hósdag kl. 19-22, annað hvønn fríggjadag kl. 19-22 og fjórða hvønn leygardag kl. 14-19.

Setanardagur er skjótast gjørligt. Løn sambært avtalu.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 18. februar 2021.

Starvsumsókn - Starvsfólk til Á Sundsvegur

 

Verification