Á og Dugni hava vunnið Grønu virðislønina frá Tórshavnar Kommunu

Grøna virðislønin frá Tórshavnar kommunu verður latin persóni, stovni ella fyritøku, sum á onkran hátt hava gjørt eitthvørt umhvørvisvinarligt átak, verkætlan ella annað, sum er umhvørvinum at frama.

Í ár varð Grøna virðislønin latin Á-samtakinum og Dugna fyri teirra samstarvsátak, Láninet.

Endamálið við hesi láninetinum er at minka um nýtsluna av plasti. Láninetini eru keypsnet hjá Á-handlunum, seymaði úr endurnýtslutilfari, sum eru sniðgivin og tilvirkaði á Dugna.

Láninetini eru við til at minka um nýtsluna av plasti i Føroyum, og hetta hevur stóran týdning fyri okkara umhvørvi.

Hettar er ein ómetaligur stórur heiður! Vit eru sera fegin og rørd, ikki bara fyri virðislønina, men eisini um góðu móttøkuna, ið Láninetini hava fingið, hettar er nakað heilt serstakt –sigur nevndin í Á-samtakinum og Dugni.

Hettar er aðru ferð, at vit í Á-samtakinum vinna Grønu virðislønina frá Tórshavnar Kommunu. Fyrstu ferð var í 2017, og tá vunnu vit hana fyri appina Too Good To Go, ið skal minka um matoyðsl.

 

Samstarvsátak

Dugni hevur fingið spennandi uppgávu frá Á-samtakinum at framleiða láninet til Á-handlarnar í Føroyum. Láninet eru keypsnet, seymað úr endurnýtslutilfari, sum eru sniðgivin og tilvirkað á Dugna. Saman við Á-samtakinum ynskir Dugni at minka munandi um nýtsluna av plasti.

Tilgongd
Við uppgávum sum láninet hevur Dugni veruligar uppgávur til fólkini á Dugna. Tilfarið skal vaskast, strúkast, klippast, seymast, prentast og pakkast, áðrenn tað verður koyrt út í Á-handlarnar. Ígjøgnum uppgávur sum hesa verður arbeiðið á Dugna skipað. Tilgongdin er at geva fjølbroyttar arbeiðsuppgávur hóskandi orku og førleikar.

Menniskjaligt tilfeingi – Tilfar
Tað liggur ein vakur boðskapur í láninetinum, endurnýtslu og nýnýtslu sum heild. Tilfar og menniskju hava rætt til nýggjar møguleikar. Tilfeingið í okkum menniskjum og tilfeingið í tilfari kann blóma av nýggjum, um tað fær møguleika til tess – júst tað, sum spírin í búmerkinum hjá Dugna avmyndar.

Júst hetta er søgan aftan fyri láninetini. Øll eru tey ymisk og serstøk. Nøkur teirra hava fortíð sum tjøld á G-festivalinum, dúkar á Hotel Hafnia, gardinur í fjálgum heimi niðri á Reyni o.s.fr. Felags fyri tey øll er, at tey hava fingið nýtt endamál og nýtsluvirði.

Við samstarvsátakinum láninet hjá Á-samtakinum og Dugna fáa bæði tilfar og menniskju nýggjar møguleikar at blóma, virka og vera til.

Hvat er Dugni?
Dugni er ein sjálvsognarstovnur, sum hevur til uppgávu at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling til fólk, sum ynskja stuðul til at koma í arbeiði ella útbúgving.

Kjarnuvirksemið er, saman við tí einstaka, at finna og menna førleikar. Tann einstaki fær møguleika at venja arbeiðsevnir og byggja á styrkir og møguleikar.

Dugni er á Hjalla, við Áir, á Kambsdali og í Klaksvík.

Bundin frukt- og grønmetisnet

Nógv góð átøk eru gjørd  fyri at minka um ovurhondsstóru nýtsluna av plasti, og nú er enn eitt átak komið undan kavi. Vit kenna øll hesar tunnu plastposarnar til frukt og grønmeti, ið skrædna fyri eitt gott orð. Nú vilja Á-handlarnir vísa á annan valmøguleika, nevniliga bundnir posar, ið Dugni hevur sniðgivið!

Vit hava gjørt eitt spennandi samstarv við Dugna, har dentur er lagdur á endurnýtslu og umhvørvi. Hettar er eitt samstarv, ið hevur nógv áhugavert við sær, m.a. hava vit víst á møguleikan at falda jólastjørnur, og harvið endurnýta okkara tilboðsbløð. Næsti liður í samstarvinum er frukt- og grønmetisnetið, ið tú sjálv/ur kanst binda og síðani brúka í staðin fyri tunna plastposan, sigur nevndin í Á.

Tú kanst hava bundna frukt- og grønmetisnetið við, hvørja ferð tú fert til handils. Dugni hevur pakkað uppskriftina saman við einum noða upp á 50 g, ið eru restir av tógvið, ið Dugni fær inn í teirra endurnýtslu uppi á Hjalla. Posarnir, ið uppskriftin og noða eru pakkað í, eru gjørdir úr gomlum Kvinnubløðum og Á tilboðsbløðum. Á handlarnir fara at hava hesar posar til sølu í komandi viku. Ikki einans er netið skjótt og lætt at binda, tað er eisini eitt gott hugskot til jóla-, advents-, nissu- og vertinnugávu.

Vit mugu øll stremba eftir at gerast grønari – eisini vit handlar! Vit mugu tó ásanna, at tað er torført at sleppa undan øllum plastinum, men um vit sum handil vísa á aðrar valmøguleikar, so vóna vit, at vit eru við til at stimbra til eina hugburðsbroyting á hesum økinum.

Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál m.a. er at royna arbeiðsevnini hjá borgarum, ið eru vinnutarnaðir, og at skipa fyri arbeiðsvenjing.

Spennandi samstarv við Dugna

Vit mugu øll stremba eftir at gerast grønari, og í hesum sambandi fóru vit í Á fyrr í mánaðinum í eitt spennandi samstarv við Dugna, har vit saman leggja dent á endurnýtslu og umhvørvi. Fyrsti liður í samstarvinum millum Á og Dugna er at royna at endurnýta okkara tilboðsbløð. Í hugarokinum komu vit fram til, at gera  jólastjørnur úr okkara tilboðsbløðum.

Anna Mai, sum er í arbeiðsvenjing á Teldustovuni hjá Dugna, hevur teknað vegleiðingina at falda stjørnuna eftir, og klippistrikur eru lagdar inn á mittarsíðurnar at klippa strimlar eftir.

Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál m.a. er at royna arbeiðsevnini hjá borgarum, ið eru vinnutarnaðir, og at skipa fyri arbeiðsvenjing.

 

Grøna virðislønin 2017

Grøna virðislønin 2017

Í gjárkvøldið avgjørdi Tórshavnar Kommuna at lata Á-handlunum Grønu virðislønina 2017. Virislønin verður latin fyri appina Too Good To Go, ið er við til at minka um matoyðsl.

Grøna virðislønin hjá Tórshavnar kommunu verður latin stovni, virki, felagi, bólki ella einstaklingi, sum á onkran hátt hevur gjørt eitt hvørt umhvørvisvinarligt átak, verkætlan ella annað, sum er umhvørvinum at frama.

Á samtakið hevur verið við til at seta matoyðsl á dagsskránna í Føroyum. Matoyðsl er matur, ið kann etast, men sum verður tveittur burtur. Við appini Too Good To Go ber til at minka um matoyðsl við at forða at matur, ið er frískur og kann etast, endar í skrellispannini. Við appini ynskja Á handlarnir at minka um matoyðsl og harvið eisini minka um CO2 útlátið. Hettar er sera týdningarmikið fyri umhvørvið. Harumframt hava Á handlarnir stimbra undir eina hugburðsbroyting, ið er týdningarmikil, tá ið tað kemur til matoyðsl hjá okkum øllum. Av hesi orsøk vilja vit handa Grønu virðislønina 2017 til Á handlarnar.

Vit í Á handlunum eru sera errin av hesum prísi, og vit vilja takka fyri góðu undirtøkuna, ið okkara átak, minka um matoyðsl, hevur fingið.

Stóra takk fyri 🙂

Matoyðsl-appin klár at brúka!

Frá í dag av kunnu fólk fara til handils við fartelefonini og samstundis vera við til at minka um matoyðsl.

Tað ljóðar einfalt, og tað er tað eisini, tí í dag riggar appin Too Good Too Go í Føroyum. Appin ger tað lættari fyri brúkaran at keypa mat, sum annars vildi verið tveittur burtur av handlunum – altso matvørur, ið ikki eru seldar áðrenn seinasta søludag.

Frá í dag av eru allir Á handlarnir at finna í Too Good To Go, har teir hava posar við vørum til sølu. Ein posi við vørum kostar 29 krónur. Í posanum eru ymiskar matvørur, sum flestu okkara brúka í gerandisdegnum: Pálegg, grønmeti, frukt og mjólkavørur.

Men hvar kemur appin inn í myndina? Jú, tú keypir posan á appini og rindar beinanvegin, fert til handilin, vísir kvittanina á telefonini, og síðani fært tú posan heimvið. Skjótt, lætt og ómakaleyst.

Herfyri vunnu Á handlarnir virðisløn frá Felagnum Føroysk Marknaðarfólk fyri átakið “Minka um matoyðsl”, har nýggja appin er ein týdningarmikil liður í átakinum.

Á-handlarnir eru 12 í tali, og hvønn gerandisdag vera serligu posarnir til keyps, og kunnu avheintast ásett tíðarskeið hvønn dagin.

GG: posarnir kunnu bert keypast á appini og IKKI inni í handlunum!

Ársins herðaklapp til Á handlarnar

Nevndin í FFM hevur á hvørjum ári latið eina serliga virðisløn til ein føroyskan lýsara, fyritøku, persón ella stovn, sum nevndin metur hevur gjørt eitt serstakt arbeiði innan marknaðarføring í farna árinum. Eitt frambrot, sum vit sum fakfólk, meta skal heiðrast. Eitt frambrot, sum vit ikki meta brúkarin dugir eins væl at seta fingurin á og virðismeta sum vit í vinnuni kunnu og eiga at gera.

Nevndin í FFM hevur í ár avgjørt at lata ársins herðaklapp til eina fyritøku, ið hevur gingið á odda at steðga matoyðsli og yvirnýtslu. Hettar er ein fyritøka, sum hevur tikið samfelagsatlit og ábyrgd við at stimbra undir eina hugburðsbroyting um matoyðsl, og hevur faktiskt biðið sínar kundar um at keypa minni frá teimum fyri at minka um óneyðugt spill av mati og resursum. Hetta er eitt frambrot í føroyskari marknaðarføring.

Hetta er samstundis ein handilsfyritøka, ið av egnum eintingum er farin frá “keyp 3 fyri prísin av 2” sølupolitikkinum til heldur at geva øllum kundum lut í goðu tilboðunum – líkamikið hvussu stórur innkeypstørvurin er.

Handilsfyritøkan var eisini millum tær fyrstu, ið byrjaðu at seta prísin niður á vørum, ið skjótt ganga út. Ofta verður eisini bjóðað ókeypis frukt til barnsligar kundar og ofta verða serligt atlit víst teimum veikastu brúkarunum í samfelagnum.

Fyri alt hettar valdi fráfarandi nevndin í FFM at lata ársins herðaklapp til Á handlarnar í Føroyum!

Minka um matoyðsl við telefonini

Nú verður lættari hjá føroyingum at minka um matoyðslið í húsarhaldinum. Nøkur fá klikk á telefonini, og matoyðslið verður minni.

Tað ljóðar einfalt, og tað er tað eisini, tí í næstum verður tað lættari fyri føroyingar at keypa mat, sum annars vildi verið tveittur burtur av handlunum. Tað vil siga matur, sum handlarnir ikki fáa selt áðrenn lokadag.

Sum fyrsta fyritøka í Føroyum, eru Á handlarnir farnir at samstarva við fólkini handan appina Too Good To Go, ið er ein app, sum gevur brúkaranum møguleika at keypa alskyns matvørur fyri spottprís, av tí at handlarnir ikki náa at selja vørurnar, áðrenn seinasta søludag.
Handlarnir fara at hava ein posa við vørum til ein ávísan prís, kundin keypir posan online og rindar beinanvegin, fer til handilin, vísir kvittanina á telefonini, og síðani fær kundin posan við sær heim.

– Hetta er ein sera týdningarmikil liður í okkara átaki, har vit vilja vera við til at minka matoyðsl í Føroyum, og vit meta, at við at samstarva við Too Good To Go er tað munandi lættari fyri bæði okkum sum fyritøka og okkara kundar at sleppa undan at tveita mat burtur, sigur Henrietta Hammer, marknaðarsamskipari á Poul Hansen.

Tað er tó ikki heilt nýtt, at Á handlarnir vilja eggja føroyska brúkaranum at minka um matoyðsl. Longu í 2015 byrjaði herferðin móti matoyðsli. Tá fóru handlarnir frá mongdartilboðum og yvir til stykkjaprís, soleiðis at kundin ikki noyddist at keypa ávísa nøgd av eini vøru fyri at fáa tilboðsprís. Næsta stigið á leiðini var at sleppa undan vørum, ið blivu burturbeindar, tí tær ikki náddu at blíva seldar innan lokadagin. Hesar vørurnar blivu seldar væl bíligari enn vanligt.

– Sjálvandi hevur alt hetta gjørt, at Á handlarnir tveita nógv minni av mati burtur samanborið við fyrr. Men kortini er tað framvegis ein ávís nøgd av mati, sum hvønn dag endar í ruskspannini, og tí royna vit nú at fáa føroyingar at brúka hesa appina, sum ger tað sera einfalt at minka um matoyðsl, sigur Henrietta Hammer.

Samstarvið millum Á handlarnar og Too Good To Go er byrjað, og væntandi verður appin klár hjá føroyingum at brúka um fáa vikur.

Kvinnur gera mest fyri at minka um matoyðsl

Hettar verður millum annað staðfest í fyrstu føroysku kanningini um matoyðsl, ið Á handlarnir hava latið gjørt.

Ongi tøl eru at finna um matoyðsl í Føroyum, tess vegna vantar ein ítøkilig vitan um hettar evnið. Júst hettar er orsøkin til, at Á handlarnir tóku stig til at fáa eina kanning til vega.

Kanningin er tann fyrsta av eini røð av kanningum um matoyðsl. Kanningarnar taka støði í líknandi kanningum, ið eru gjørdar í okkara grannalondum. Niðurstøðurnar skulu eftir ætlan geva eina ábending um, hvussu umfatandi trupulleikin viðvíkjandi matoyðsli er í Føroyum.

Á handlarnir vóna, at úrslitini frá kanningunum verða hent amboð, ið kunnu fáa okkum at síggja trupulleikan í røttum høpi, og samstundis byrta undir eina hugburðsbroyting.

Fyrsta kanningin vísir m.a., at tað, ið oftast endar í skrellispannini er breyð og viðskeri.

Spyr.fo hevur gjørt kanningina og tað eru 400 fólk í Føroyum, ið eru blivin spurd.
Úrslitini frá fyrstu kanningini kunnu síggjast á matoydsl.fo