
Starvsfólk til Á Torgið í Vági
– fulla tíð
Vit leita eftir einum ágrýtnum starvsfólki, ið ynskir at gera upplivingina hjá kundum okkara enn betri. Her hevur tú møguleikan at blíva partur av eini handilsfyritøku í vøkstri og sum tekur ábyrgd og raðfestur góða kundatænastu.
Tínar høvuðsarbeiðsuppgávur verða:
- Ráðgeva og hjálpa kundunum
- Vørubílegging
- Tryggja at vørugóðskan altíð er tann besta
- Seta vøru fram og snøgga um handilin
Tú fært títt egna ábyrgdarøki, har tú hevur møguleika at vísa tíni hugskot.
Tú hóskar væl til starvið, um tú:
- Ert smílandi og altíð fús/ur at leypa til um kundarnir hava tørv á hjálp
- Tekur ábyrgd og hevur hug og vilja at betra um avrikið hjá handlinum
- Hevur eitt skipað arbeiðslag og altíð ger tingini ordiligt
- Kanst taka undir við grundhugsjónini um at minka um matoyðsl og at verja umhvørvið
- Ert ein góður starvsfelagi og stuðlar undir góðum samanhaldi
Um spurningar eru til starvið, ber til at ringja til Allan Enghamar, handilsleiðara, á tlf. 588500.
Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum S&K og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Talan er um 40 tímar um vikuna millum kl. 07.00 – 18.00.
Skrivlig umsókn skal sendast umvegis heimasíðuna her.
Avrit av prógvum, CV, viðmælum o.a. skal eisini viðfestast.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 7. mars 2020.

Vaskifólk til Á handilin í Vestmanna
Vit leita eftir einum røskum vaskifólki at byrja skjótast gjørligt.
Arbeiðið fevnir um reingerð av Á handlinum í Vestmanna. Talan er um reingerð av gólvum, skrivstovu og vesi.
Tað er ein fyrimunir um umsøkjarin hevur royndir frá líknandi arbeiði.
Arbeiðstíðin er 2 tímar um dagin.
Um spurningar eru til starvið, ber til at ringja til Sólgerð Andreasen, handilsleiðara, á tlf. 276994.
Skrivlig umsókn skal sendast umvegis heimasíðuna her.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. februar 2021.
Filmur um at verða í handilslæru í Á.
Stutt um Á
Á handilsketan er ein samtøka av sjálvstøðugum keypmonnum og lat sínar fyrstu handlar upp 12. mars 2012. Í dag eru 12 Á handlar, sum eru at finna kring alt landið.
Høvuðseyðkennið fyri Á handlarnar er fleiri tilboð, fleiri ferðir um vikuna. Hetta er málið sum vit stremba ímóti.
Í Á handlunum eru vit tilvitaði um okkara ábyrgd av at verja umhvørvið og hava vit m.a. gjørt eina samstarvsavtalu við Dugna, har vit seta ymisk átøk í verk. Tað kann tú lesa meira um her https://ahandil.fo/tidindi/ , og eisini hava vit átakið ”Minkað um matoyðsl”, sum tú kann lesa um her www.matoydsl.fo
Á handlarnir eru nógv vitjaðir og vilja fegnir ganga ynskjunum hjá viðskiftafólki á møti og fylgja teimum tætt, fyri at tillaga handilin og vørur til teirra tørv. Lýsingamiðlar, sum eitt nú Facebook, nýta vit javnan at koma í samband við viðskiftafólkið og fyri at lýsa tilboð, vørur og átøk í handlinum.
Óumbiðið starv í Á
Vel tann Á handil, her niðanfyri, har tú ynskir at søkja starv av eintingum.