Týsdag 29. oktobur – leygardag 2. novembur
Krás er matvøruvirki, ið framleiðir og meirgóðskar kjøt og fisk til føroyska gerandisdagin. Krás leggur seg eftir at veita fyrsta floks viðskera og døgurðamat, sum stendur á flestu døgurða- og nátturðaborðunum kring landið og mettar og væl settar føroyingin. Krás finnur tú í kølidiskum hjá Á.
Minka um matoyðsl
Vit ynskja at taka ábyrgd og gera ein mun, tí hava vit í Á-samtakinum sett okkum fyri at minka um matoyðsl við at stimbra undir eina hugburðsbroyting, og vit vóna, at tit vilja vera við!
Ein faldari við góðum ráðum um hvussu tú kanst goyma frukt og grønmeti, er sendur til hvørt hús í Føroyum. Faldarin er eisini tøkur í øllum Á handlum. Nýggja heimasíðan www.matoydsl.fo verður okkara pallur, tá ið tað snýr seg um matoyðsl.