
Muffur
við bláberum og marengsglasing


TILFAR TIL 12 MUFFUR
Muffurnar
150 g sukur
2 egg
160 g mjøl
1,5 tsk. vaniljusukur
1 tsk. bakipulvur
0,75 dl mjólk
130 g smør
100 g bláber
120 g marcipan
50 g hvít sjokuláta
Marengsglasing
1 dl hitaviðgjørdir eggjahvítar
200 g flormelis
eitt sindur av vaniljusukur
Prýði
Jarðber, bláber ella hindber
Soleiðis gert tú
- Set ovnin á 175 stig.
- Píska egg og sukur saman.
- Koyr síðani alt tað turra tilfarið í, og píska deiggið væl.
- Koyr nú smeltaða smørið og mjólkina í, og píska aftur.
- Til seinast skal marcipanið, hvíta sjokulátan og bláberini rørast varliga í. Vend bláberini í eitt sindur av mjøli, áðrenn tú koyrur tey í deiggið, soleiðis at tey ikki liggja á botninum, tá muffurnar verða bakaðar.
- Koyr síðani deiggið í 12 muffuformar og baka mitt í ovninum í 20 minuttir.
- Lat muffurnar kølna ímeðan tú gert marengs glasingina.
- Píska hitaviðgjørdu eggjahvítarnar og stroy flormelis í so við og við.
- Píska síðani í 8-10 minuttir, so marengsið verður passaliga tjúkt.
- Koyr marengsið í ein sproytiposa og sproyta tað í smáar toppar oman á muffurnar og prýð við berum.
