Fyltir croissantar
Hesin rætturin kann njótast sum ein lættur miðmáli ella forrættur. Tað er lætt at skapa croissantarnar við keypta smørdeigginum, og fylluna kann man sjálvur avgera, men hendan samansetingin hóskar væl.
Tilfar til 2-3 persónar
1 pakka smørdeiggj
1 eskju Graasten høsnarungasalat
1 avokado
1 pk flesk
1 egg
Salat
Mais
Arbeiðsháttur
- Byrja við at skera keypta smørdeiggið í fimm tríkantar.
- Sker tríkantarnar tvørtur um breiddina, soleiðis at tú fært tríggjar stórar og tveir lítlar tríkantar.
- Rulla síðani hvønn tríkant, og byrja við tí breiða endanum.
- Píska eggið, smyr tað oman yvir croissantarnar og baka á 180° í 15 min.
- Steik nú fleskið ímeðan croissantarnir verða bakaðir.
- Tak gyltu croissantarnar úr ovninum og sker eitt hol allan vegin eftir longdini.
- Byrja við at leggja eitt sindur av salati niðast, síðani høsnarungasalatið og enda við restini av grønmetinum og fleskinum.
Prei
Nú er klárt at borðreiða.