Heimagjørdur jólakøkumaður

v/vatndeiggi (vandbakkelse)

Júst henda dagin fekk eg onga reyða fruktfarvu. Tískil brúkti eg reytt fondant ístaðin, sum eg rullaði út og skar til, so tað passaði til nissuhúgvuna og nissubuksurnar.) Men her hevði hóskað seg at nýtt reyðan glasur ístaðin.

Tilfar
150 g smør
4 dl vatn
200 g mjøl
2 tsk sukur
5-6 egg

Rómi
Reyða og hvíta fruktfarvu
Flormelis
Góðgæti til prýði

Arbeiðsháttur
Set ovnin á 200 stig.

Hita smør og vatn í einari grýtu til tað er smeltað. Koyr síðani sukur og mjøl í blandið, ímeðan tú rørir.

Tak nú grýtuna av plátuni, koyr deiggið í ein bolla og lat tað kólna eina løtu.

Koyr síðani eitt egg í blandið í senn og píska væl ímillum.

Tak nú eina bakiplátu fram og legg bakipappír omaná. Tekna formin av jólamanninum á bakipappírið og legg deiggið á innan fyri linjurnar.

Baka nú mitt í ovninum í 30 minuttir og lat síðani jólamannin kólna, áðrenn tú byrjar at pynta.

 

Prei

Tú kanst prýða við tí tú ynskir. Rómin “smeltar” aftaná nakrar tímar, so eitt hugskot kundi verið at brúkt skúmgæti (marshmallows) ístaðin, saman við øðrum góðgæti til prýði.

Um Vígdis

Vígdis hevur bloggin SukurSøtt, ið er á tremur við kreativum hugskotum og leskiligum uppskriftum.

Pastarestir

Restir úr pasta/spagetti...

Hokkaidosuppa

Kremut hokkaidosuppa Nú...

Høsnarungarestir

Høsnarungarestir á...

Bananísur

Bananísur við tilhoyri Eg...

Grønmetissúpan

Grønmetissúpan við brokkoli...