Restir úr pasta/spagetti
Dugir nakar at kóka júst røttu mongdina av spagetti? Nei ha? Tað er í hvussu er hjá nógvum, at ein rúgva loypur av. Við hesari uppskriftini kanst tú nýta spagettiavlopið saman við øðrum góðum, tú eigur í køliskápinum. Eg vildi mett, at mest umráðandi tilfarið umframt spagetti er pikant rómaosturin og frísku basilikum bløðini. Tú kanst fylgja hesari uppskriftini, ella tú velur at lata hugflogið avgera restina.
Tilfar til 4 fólk
200 g spagetti
200 g pikant rómaost
100 g skinkustrimlar
10 sjerrytomatir
2,5 dl róma til matgerð
2 egg
1 reyðleyk
3 pungar hvítleyk
Frískt basilikum
Rivnan ost
Salt, pipar og hvítleykspipar
Arbeiðsháttur
Set ovnin á 200° við luft.
Smyr eitt eldfast fat við eitt sindur av olju og legg spagetti í fatið.
Sker reyðleykin, sum tú ynskir hann. Rør eggini saman í einum bolla og rør síðani pikant ostin saman við.
Koyr síðani róman, leykin og hvítleykin í bollan og rør eisini kryddaríini í.
Legg skinkustrimlar og tomatir omanyvir spagetti og stroy eggjablandið javnt omanyvir.
Stroy eitt sindur av rivnum osti á og set fatið mitt í ovnin í 20-30 minuttir.
Prei
Borðreið við einari góðari salat og breyði.