Hvussu ger man?
Tankin er, at um tit hava brúk fyri einum neti at bera vøruna heim við, so vilja vit fegin lána tykkum eitt fyri 20 kr. Tú kanst velja at hava netið og brúka tað so leingi tær lystir, ella lata tað inn aftur, har tú lánti tað og sostatt fáa 20 kr. aftur. Á hendan hátt fara netini í ringrás millum okkara kundar. Dugni, bøtir og vaskar hesi netini, áðrenn tey verða latin út aftur til handilin. Vit vóna, at netini verða nógv brúkt.
Hvat um netið skrædnar ella blívur skitið?
So letur tú tað inn aftur, har tú lánti tað og tekur tær eitt nýtt, tí vit átaka okkum at vaska og bøta netini.
Dugni og Á ynskja at minka munandi um nýtsluna av plasti, tí vit mugu øll stremba eftir at gerast grønari – eisini vit handlar!
Tað er torført at sleppa undan øllum plastinum, men um vit sum handil vísa á aðrar valmøguleikar, so vóna vit, at vit eru við til at stimbra til eina hugburðsbroyting á hesum økinum.
Dugni hevur í longri tíð arbeitt við at menna eitt alternativ til keypsnet úr plasti. Úrslitið bleiv LÁNINET, sum Dugni hevur sniðgivið, seymað og prentað. Toyið, sum láninetini eru seymað úr, er alt nýnýtt. Stórur partur av hesum fyrstu netunum, eru seymað úr brúktum dúkum frá Hotel Vágum og Hotel Hafnia.
Samfelagsábyrgd
Í november í 2019 fóru Á og Dugni undir eitt samstarv. Endamálið hjá Dugna er m.a. at royna arbeiðsevnini hjá borgarum, ið eru vinnutarnaðir og at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling, so hesi aftur kunnu fara til arbeiðis. Samstarvið okkara millum hevur ført við sær fleiri góð átøk, ið eru komin okkum øllum at gagni. Ítøkiliga hevur Á tikið ímóti og selt ymiskar vørur, sum Dugni hevur framleitt. Vit hava brúkt okkara ymsu pallar at bera vørurnar út til tykkara – okkara kundar. Her á síðuni eru dømi um, hvat ítøkiliga er komið burturúr samstarvinum millum Dugna og Á.
Samstarv við Dugna
- Láninetini í Á handlunum til kundarnar at nýta í staðin fyri plastposar. Láninetini verða tøk í Á handlunum í næstum.
- Jóla- og páskaprýði evnað úr okkara tilboðsbløðum, eftir skabilón, sum starvsfólk hjá Dugna hava sniðgivið. Vit stremba eftir at endurnýta okkara prentaðu tilboðsbløð til ymiskt nýtiligt.
- Gávuposar, gjørdir úr gomlum Á tilboðsbløðum, har endurnýtslugarn og bindiuppskrift til eitt fruktnet er í. Soleiðis eggja vit til at nýta avlopstógv, og av tí sama slepst eisini undan at nýta einnýtisplastposar, tá ið frukt og grønmeti verður keypt.
- Brævbjálvi, gjørdur úr okkara Á tilboðsbløðum, til at leggja Á gávukortini í.
MATOYÐSL
Á handlarnir hava í fleiri ár, hvør sær, gjørt ymisk átøk fyri at gagnnýta sum mest av vøru, sum er tætt við “best fyri” og “seinasta nýtsludag”. Á heysti 2015 var farið undir felags átakið “Minka um matoyðsl” og byrjað varð við at taka allar fleir-stykkjaprísir burtur úr tilboðsblaðnum.
Samstundis varð lýst á facebook við góðum ráðum um, hvussu tú m.a. kundi goyma mat á besta hátt, keypa inn við skili, og hvussu tú kundi endurnýta matrestir.
Við samstarvinum við REMA 1000, sum í skjótt 10 ár hevur gingið í fremstu røð fyri at minka um matoyðsl, hevur Á handilsketan nú styrkt um møguleikarnar at virka enn meira fyri, at føroyingar verða meira tilvitaðir um matoyðsl í gerandisdegnum. Eitt ítøkiligt dømi er nýggi páleggspakkin, sum í næstum verður at fáa í Á. Hann er deildur upp í tvey rúm, soleiðis at til ber at opna helvtina av pakkanum í senn. Hetta ger, at viðskerin heldur sær longur og sannlíkindini fyri spilli minkar. Vitja heimasíðuna matoydsl.fo og fá íblástur. Vit fara framyvir at gera ymisk átøk, sum stimbra til at minka um matoyðslið hjá føroyingum.
Umhvørvi
Vit siga, at vit eru ein handilsketa, ið tekur atlit til burðardygd, fólkaheilsu og djóravælferð. Samstundis vita vit væl, at vit við hesum útsagnum renna okkum í fleiri tvístøður, eitt nú við umstrídda evninum um nýtsluna av plastikki á matvøru.
Tvístøðan er, at vøra, sum er pakkað í plastikk, heldur sær betur, og er plastikkið tí eisini við til at minka um matoyðsl. Eisini er vøran í nógvum førum lættari at flyta, tá ið hon er pakkað í plastikk. Til hetta er at siga, at REMA 1000 er farið í holtur við at gera teirra nýtslu av plastikk pakkitilfari meira burðardygt.
Vistfrøði
Við breiða úrvalinum av REMA 1000 vørum, sum Á handlarnir nú hava atgongd til, kanst tú framyvir síggja spennandi, vistfrøðiligar vørur á hillunum í Á. REMA 1000 tekur ábyrgd av, at teirra vørur eru framleiddar við atliti til burðardygd, fólkaheilsu og djóravælferð.
REMA 1000 eigur m.a. í einum av størstu, vistfrøðiligu jarðarbrúkunum í Danmark, Gram Slot.
Hugburðurin hjá Gram Slot og REMA 1000 er greiður: Øll skulu kunna keypa vistfrøðiligar vørur fyri ein sámuligan prís. Hendan hugburðin fara vit í Á eisini at arbeiða fram ímóti.
Samstarv við REMA 1000
Í 2017 fóru vit at selja vørur frá REMA 1000, sum er viðurkend handilsketa í Danmark og Noregi. Flestu REMA 1000 vørur eru framleiddar við atliti at heilsuni hjá kundanum, burðardygd og umhvørvi. Samstarvið við REMA 1000 gevur Á handlunum atgongd til eitt breitt úrval av vørum, sum gevur viðskiftafólki hjá Á størri møguleika at velja heilsubetri vøru; eitt nú við minni sukri, minni salti, meira fullkorni umframt áðurnevndu, vistfrøðiligu vørurnar.
REMA 1000 hevur m.a. fleiri enn 400 vørur, sum eru merktar við Lyklarholsmerkinum. Hetta merkið er almenna orkumerkið hjá donsku matvørumyndugleikunum, og er okkara trygd fyri, at tað er spart uppá feitt, sukur og salt í vøruni. Les meira um Lyklarholsmerkið her.
Gjøgnumskygni
í Á vita vit væl, at vit hava stóra ávirkan á umhvørvið og á heilsuna hjá okkara viðskiftafólki ígjøgnum tær vørurnar, sum vit selja. Tí eru vit so fegin um at hava REMA 1000 sum samstarvsfelaga.
REMA 1000 framleiða eftir serliga strongum, etiskum virðum og duga væl at greiða frá, hvussu tað kemur okkum, sum keypa teirra vøru, til góðar. Vit ynskja eisini at skapa gjøgnumskygni í okkara handilsvirksemi og virðisketu, og tí eru vit fegin um at kunna boða frá teimum tiltøkum vit gera, sum eru til gagns bæði fyri tykkum, okkum og umhvørvið – tí tað loysir seg betur í longdini at selja vørur av góðari dygd, sum eru framleiddar við umhugsni fyri heilsu og umhvørvið.
Vit eru ein handilsketa og vit liva av at selja, men vit vilja gera tað við skili og góðari samvitsku. Vit vilja halda lív í smáu støðunum og røkka øllum Føroyum, og veita tænastuna har TÚ ert.
Kelda: altomkost.dk
Kelda: altomkost.dk
Kelda: altomkost.dk