Aðrar uppskriftir

Hokkaidosuppa

Til 4 fólk

Tilfar
1 stk. hokkaido grasker (uml. 1kg)
2 stk. flust epli (uml. 250g)
1 litur grønmetisbouillon
2 fed av hvítleyki
10 stelkir av frískum timian
2 spsk. edik
2 tsk. grovt salt
Frísktmalið pipar

Rugbreyð ”stavar”
250g grovt rugbreyð í flísum
1 tsk. køldpressað rapsolja
½ tsk. flakasalt

Topping
2 súrepli í kvartum skivum (uml. 250g)
1 reyðleyk í tunnum strimlum (uml. 75g)
50 g hakkaðar og saltaðar mandlur
2 dl Karolines Køkken vistfrøðiligt fraiche 9%
2 dl av persillu

Hokkaidosuppan​
  1. Vaska graskerið væl, sker tað sundur og tak kjarnurnar úr
  2. Sker graskerið og eplini í stór stykki og koyr tey í eina stóra grýtu, saman við bouillon, hvítleyki og timian. Fá hetta upp á kók og lat kóka í jøvnum hita í uml. 20 min.
  3. Tak stelkarnar á timian burtur frá og blenda suppuna til hon er vorðin mjúk
  4. Vend edik, salt og pipar í suppuna og smakka til

Rugbreyð ”stavar”

  1. Sker rugbreyðið í breiðar ”stavar” og snerk tað síðani á einum breyðsnerkjara
  2. Pensla breyðstavarnar við olju og stroy salt útyvir

Topping
Koyr hokkaidosuppuna í heitar skálir og koyr eitt sindur av topping omaná. Borðreið restina av topping og breyð afturvið.
Kelda: https://www.arla.dk/opskrifter/hokkaidosuppe/

Hara í øli

2 persónar

Tilfar
½ hara, skorin í 3-4 partar
salt
2-3 dl øli
25 g smøri
eitt sindur av hveitimjøli
1 leyk, skorin i terningar
2 gularøtur, skornar í skivar
2 tsk timian
3 dl turrum hvítvíni
1 dl hindbærsaft
1-2 spsk ribsgelé

Arbeiðsháttur
Gníggja harustykkini við salti og koyr tey í ein frystiposa, fyll síðan ølið í, bint fyri, og lat liggja í køliskápi í 5 tímar.

Tak harustykkini úr posanum og goym ølið. Vend harustykkini í hveitimjølið.

Smelta helvtina av smørinum í eini steikigrýtu og brúnka harustykkini saman við smeltaða smørinum. Tak harustykkini upp, smelta restina av smørinum, og brúnka so leykin og gularøturnar saman við. Legg harustykkini í aftur steikigrýtuna, saman við leyki og gularótum, krydda við timian og stoyt ølið og hvítvínið í steikigrýtuna – lat smákóka í ein tíma.

Tá ið 10 min. eru eftir at steika, skal ribsgelé og hindbersaft koyrast í. Smakka til við salti.