Hetta er privatlívspolitikkurin hjá Á handlunum
Okkara privatlívspolitikkur lýsir, hvørjar persónsdátur verða savnaðar á okkara heimasíðu: https://ahandil.fo og hvussu upplýsingarnir verða brúktir, goymdir og hvørjar mannagondir vit hava, sum skulu trygga at vit handfara dátur á rættan hátt.
Hvørjar persónsdátur savna vit og hví?
Cookies
Tá tú vitjar heimasíðuna hjá Á savna vit m.a. upplýsingar um tína teldu/eind, tín kaga, hvar tú ferðast runt á ahandil.fo, hvussu leingi tú vart á hvørjari síðu og hvaðani á netinum tú komst frá. Hetta verður savnað við cookies, sum er tøkni, ið leggur seg á tína teldu, um tú loyvir tí. Endamálið við cookies er ymiskt frá heimasíðu til heimasíðu, og summar cookies eru kravdar, fyri at heimasíðan skal uppføra seg sum ætlað. Aðrar cookies eru minni neyðugar fyri virkisfýsni, men kunnu geva okkum innlit í, hvussu vitjandi brúka síðuna. Tær dáturnar kunnu vit brúka til at menna síðuna og gera hana enn meira brúkaravinaliga.
Fyrstu ferð tú vitjar ahandil.fo fær vitjandi møguleika at vátta kravdar cookies-stillingarnar og at velja ókravdar cookies-stillingar til ella frá. Eisini verður kunnað innleiðandi um okkara privatlívspolitik, og tann vitjandi fær møguleika fyri at lesa meira um hvat tað inniber við leinkju til hesa síðuna.
Oyðiblað/Starvsumsóknir
Sjálvbodnar starvsumsóknir/ Starvsumsóknir til lýst starv
Tá fólk søkja sjálvboðið starv hjá Á handlunum og til eitt lýst starv, er tað mest vanliga, at tað verður gjørt umvegis heimasíðuna www.ahandil.fo, við at fylla eitt oyðublað út.Tá tað verður gjørt á tann hátt, kemur umsóknin automatiskt til hr@ph.fo. Harfrá vera umsóknirnar lagdar í SameSystem (okkara starvsfólkaskipan) (og strikaðar í Outlook), so leiðarin í ávísa handlinum, sum søkt verður um starv hjá, kann síggja umsóknina. Hálva hvørt ár vera hesar umsóknir strikaðar. Á hendan hátt tryggja vit okkum, at starvsumsóknir ikki liggja og florera runt umkring hjá ymsum leiðarum og at tær javnan vera strikaðar.
Av og á skulu umsóknir til lýst starv sendast til hr@ph.fo. Tá vera tær eisini lagdar í Same System og strikaðar í Outlook.
Tá fólk senda umsóknir beinleiðis til leiðaran í ávísa handlinum, sendir viðkomandi umsóknina til HR, sum leggur umsóknina í SameSystem og strikar hana í Outlook.
Tá fólk søkja starv umvegis heimasíðuna www.ahandil.fo, hava okkara veitarar av heimasíðuni atgongd til hesar umsóknir, men vit hava undirskrivað skjal um trúnað við okkara veitarar. Harumframt hevur marknaðardeildin eisini atgongd til hesar umsóknir og marknaðardeildin strikar hesar umsóknir úr heimasíðuskipanini hálva hvørt ár.
Greining og deiling av dátum
Hendan síðan er knýtt at google analytics, sum savnar upplýsingar inn um tína vitjan á okkara heimasíðu. Hetta er fyri at vit kunnu menna síðuna og gera hana enn meira brúkaravinarliga og fyri at kunna vísa meiri viðkomandi tilfari til vitjandi.
.
Tíni rættindi
Tú hevur rætt til at fáa atgongd til allar upplýsingar vit hava um teg. Um tú ynskir, at strika upplýsingar um teg ella tillaga teir, so kanst tú senda ein teldupost til hr@ph.fo við tínum ynskjum.
Hevur tú spurningar?
Er eitt hvørt tú ivast í ella vilt spyrja um, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tel. 360143 ella senda ein teldupost til hr@ph.fo
Hvussu tryggja vit okkara mannagongdir við tínum dátum?
Fyri at tryggja okkum, at vit kunnu halda skil á øllum teimum ymisku persónsdátunum, sum vit hava við at gera, hava vit eina skipan frá Wired Relations, sum ger tað lættari at handfara dátur sambært dátuverndarlógini.
Dagføringar
Vit mæla tær til at vitja hesa síðu javnan, soleiðis at tú altíð ert kunnug/ur við okkara viðgerð av tínum persónsdátum og møguligum broytingum í okkara privatlívspolitikki.
Hendan síðan er seinast dagførd 11.01.2021
Samband og dátueftirlit
Eftirlit og dagføringar av hesari síðu verða framdar av ábyrgdarstarvsfólkum hjá P/F Poul Hansen samtakinum :
P.O. Box 3016
Heykavegur 8
FO-110 Tórshavn
Faroe Islands
V-tal 316911
Avgreiðslutíðir:
Mánadag til fríggjadag
8:00 – 16:00
Tel +298 311 161
Fax +298 315 361
ph@ph.fo