Lasanja við grønmeti

Lasanja er ein fastur táttur heima hjá okkum, tá ið køliskápið skal tømast. Tað eru ongar reglur fyri, hvat kann og hvat ikki kann fara í. Alt slag av grønmeti, salati og osti kann brúkast. Nakað av grundleggjandi tilfarinum má ein brúka, men til fylluna kanst tú brúka júst tað, tær lystir. Um tú hevur havt pitabreyð til nátturða dagin fyri, so kunnu til dømis allar restirnar fara í lasanjuna dagin eftir. Við at koyra grønmeti í lasanjuna, gerst mongdin av mati eisini størri, og tí er kanska eisini okkurt eftir til matpakkan dagin eftir.

Tilfar til 4-6 fólk
400 g malið neytakjøt
3 gularøtur
2 leykir
3 pungar av hvítleyki
1 lógva av brokkoli
1 lógva av blómkáli
1 lógva av soppum
1 piparfrukt
2 dósir av hakkaðum tomatum
Kryddarí – oregano, kili, salt og pipar
1 pk bechamelsós/morneysós
Lasanjuplátur
Rivnan ost

Arbeiðsháttur
Set ovnin á 180 stig.

Tað er ymiskt, hvat man dámar, og tí kann grønmetið antin skerast grovt ella koyrast í ein minihakkara, so tað blandast við kjøtinum.

Byrja við at brúnka leykin og hvítleykin og koyr síðani kjøtið saman við. Síðani skal alt tað grøna í grýtuna, og lat tað steikja eina løtu. Krydda við oregano, kili, salti og pipari. Tú kanst smakka til við øðrum, sum tú plagar at brúka, tí tað er umráðandi, at nokk av smakki kemur í. Koyr síðani hakkaðu tomatirnar í. Um tú ynskir ein vátari konsistens, kanst tú koyra eitt sindur av vatni ella mjólk í. Um tú eigur eitt sindur av róma, so gevur tað eisini ein góðan, rundan smakk.

Koyr nú skiftivís kjøtbland, bechamelsós og lasanjuplátur í eitt eldfast fat og síðani rivna ostin ovast. Set fatið mitt í ovnin í 45 minuttir.

Lasanjan kann borðreiðast saman við salati og breyði.

Prei

Koyr eitt sindur av osti og kryddarí á gomlu breyðflísarnar, og koyr tær í ovnin í 10 minuttir. Hetta smakkar sera væl afturvið.

Um Vígdis

Vígdis hevur bloggin SukurSøtt, ið er á tremur við kreativum hugskotum og leskiligum uppskriftum.

Jólakøkumaður

Heimagjørdur jólakøkumaður...

Pastarestir

Restir úr pasta/spagetti...

Hokkaidosuppa

Kremut hokkaidosuppa Nú...

Høsnarungarestir

Høsnarungarestir á...

Bananísur

Bananísur við tilhoyri Eg...

Grønmetissúpan

Grønmetissúpan við brokkoli...