Brownie jólatrø

Jólini nærkast í hvørjum og er tað nakað eg ikki fái nokk av á jólum, so er tað sjokuláta. Hendan brownie køkan er ein tann besta eg havi smakkað og tí valdi eg at umskapa hana til hesi vøkru jólatrøini.

Tilfar til køkuna
160 g myrk sjokuláta
60 g smør
2 egg
180 g sukur
30 g mjøl
10 g kakaopulvur
½ tsk salt
40 g hvít sjokuláta
40 g ljós sjokuláta

Tilfar til prýðið
Saltstengur
Flormelis
Grøna fruktfarvu
Køkukrymmil

Arbeiðsháttur
Set ovnin á 175 stig.
Smelta 120 g av myrkari sjokulátu og smør í einari grýtu/skál yvir vatnbað.
Píska egg og sukur saman og rør síðani sjokulátablandið saman við. Rør so mjøl, kakaopulvur og salt í. Sker síðani hvítu, ljósu og og restina av myrku sjokulátuna í bitar og vend teimum í blandinum.
Vel ein fýrakantaðan form á umleið 16×16 cm, legg bakipappír á áðrenn blandið verður koyrt í. Baka køkuna í ovninum í 30 minuttir. Køkan kann tykjast at vera ov lítið bakað, tá tú tekur hana úr ovninum, men tað bilar ikki. Lat hana køla av og sker síðani køkuna í tíggju trýkantar, so stykkini líkjast jólatrøum.

Prýðið
Brúka flormelis, kókað vatn og fruktfarvu til at gera glasurin. Koyr tað síðani í ein plastposa, klipp eitt lítið hol á endan, og stroy glasurin út yvir jólatrøini. Koyr saltstengurnar í helvt og brúka tær sum fót á jólatrøunum. Enda við at prýða jólatrøini við køkukrymmil.

Eg havi klipt smáar stjørnur úr gullpappíri, límað tær á ein tannsteytara og trýst inn í toppin á jólatrænum, sum ein eyka smálut.

Prei

Um tú ikki eigur nokk av sjokulátu inni, kanst tú altíð stjala nakrar lúkur úr sjokulátakalendaranum 😉

Um Vígdis

Vígdis hevur bloggin SukurSøtt, ið er á tremur við kreativum hugskotum og leskiligum uppskriftum.

Jólakøkumaður

Heimagjørdur jólakøkumaður...

Pastarestir

Restir úr pasta/spagetti...

Hokkaidosuppa

Kremut hokkaidosuppa Nú...

Høsnarungarestir

Høsnarungarestir á...

Bananísur

Bananísur við tilhoyri Eg...