Sjokulátamousse-køka við nøtabotni
Nøtabotnur
100 g mandlur
100 g heslinøtir
5 eggjahvítar
200 g sukur
1 spsk hveitimjøl
¼ tsk bakipulvur
Sjokulátamousse
200 g myrk sjokuláta
4 hitaviðgjørdar eggjablommur
3 hitaviðgjørdar eggjahvítar
75 g florsukur
3 dl róma
Prýði
Rómi
Jarðber
Hvít sjokuláta
Nøtabotnur
- Set ovnin á 175°
- Skola nøtirnar og hakka tær fínt í einum minihakkara
- Píska eggjahvítar og sukur til marengs
- Rør nøtir, mjøl og bakipulvur saman við marengsblandinum og koyr tað í ein springform (uml. 20-22 cm), ið er klæddur við bakipappíri í botninum
- Baka mitt í ovninum í uml. 40 minuttir ella longur, botnurin skal bara ikki vera ráur
- Tak botnin úr springforminum og lat hann kólna
Sjokulátamousse
- Píska eggjablommur og florsukur til tú fært eitt ljóst krem
- Píska eggjahvítarnar stívar í einum øðrum bolla
- Píska nú róman í enn einum bolla
- Smelta sjokulátuna yvir vatnbað og lat sjokulátuna kólna eitt sindur
- Rør eitt sindur av eggjablandinum saman við smeltaðu sjokulátuni, soleiðis at sjokulátan ikki klumpar av hitamuninum.
- Blanda síðani sjokulátuna saman við restini av eggjablandinum
- Rør eggjahvítarnar spakuliga saman við og seinast skal rómin rørast í
- Klæð springformin við plastfoliu, koyr nøtabotnin niður í aftur og stoyt síðani sjokulátamoussið omaná
- Lat køkuna standa í køliskápinum í seks tímar, áðrenn tú prýðir við róma, jarðberum og hvítari sjokulátu.