Smárættir
Hesir smárættir kunnu brúkast til nógv ymisk høvi og eru eisini eitt njótilsi fyri eyguni. Lat okkum herja á!
Minitvíflísar
Tilfar
Tvíflísabreyð
Sjerritomatir
Grønt pesto
Mozzarellaostur
Salat
Agurka
Tannsteytarar
Soleiðis gert tú
- Sker skorpuna av tvíflísunum og sker hvørja einstaka í fýra bitar
- Smyr grønt pesto á allar tær smáu tvíflísarnar
- Legg eitt salatblað og eina flís av mozzarellaosti á helvtina av tvíflísunum
- Sker agurkuna í tjúkkar skivur
- Brúka nú tannsteytaran, og koyr eina skivu av agurku á, síðani ovastu helvtina av tvíflísini og til seinast sjerritomatina saman við restini av tvíflísini
Tacos-koppar
Tilfar
Oksakjøt
Reyð piparfrukt
Leyk
Pipar og salt
Hvítleyk
Kettjup
Rivnan ost
Tortilla-pannukøkur
(Muffin-bakiplátu)
Soleiðis gert tú
- Set ovnin á 175°
- Brúnka kjøtið og leykin
- Sker reyðu piparfruktina smátt og koyr hana í saman við kjøtinum
- Krydda við salti, pipari og hvítleyki og smakka til við kettjupi
- Sker rundu tortilla-pannukøkuna í fýra stykkir
- Brúka eina muffin-bakiplátu, og legg eitt tortilla pannukøkustykki í hvørt hol
- Koyr nú fylluna í og stroy rivnan ost omanyvir
- Baka í ovninum í umleið 20 min.
Tortilla-rullur
Tilfar
Tortilla-pannukøkur
Salat
Pikant rómaost
Grasleyk
Luftturkaða skinku
Soleiðis gert tú
- Smyr eitt lag av rómaosti á alla pannukøkuna
- Stroy væl av salati og smátt skorna grasleykin útyvir
- Legg nakrar flísar av skinkuni omanyvir og rulla síðani pannukøkuna saman
- Sker nú fyltu pannukøkuna í smalar skivur
- Tú kanst trýsta tannsteytarar í