Snickerskúlur
TILFAR
til umleið 25 stk.
65 g jarðnøtur
225 g dadlur
2,5 spsk jarðnøtasmør
100 g av myrkari sjokulátu
SOLEIÐIS GERT TÚ
- Blenda jarðnøtur í einum minihakkara.
- Sker dadlurnar smátt áðrenn tú koyrir tær í ein blendara, minihakkara ella okkurt líknandi.
- Blenda nú dadlurnar saman við jarðnøtasmøri.
Hetta kann taka eina løtu. - Blanda síðani hakkaðu jarðnøturnar í saman við og blenda aftur (goym eitt sindur at stroya oman yvir kúlurnar).
- Tá ið deiggið er passaliga tjúkt, skal tað stillast á køl
í umleið hálvan tíma. - Rulla nú deiggið í kúlur.
- Smelta sjokulátuna yvir vatnbað og dyppa kúlurnar í.
- Stroy eitt sindur av restunum av blendaðum jarðnøtunum oman yvir hvørja kúlu
- Stilla snickerskúlurnar á køl, so sjokulátan gerst stív.
- Goym í tættari eskju í køliskápinum.