Heimagjørd Churros

Churros er eisini kent sum “sponsk rør”. Hetta er ein dessert, sum eisini er væl dámd í Europa og kanska helst í sambandi við jólahøgtíðina. Hesini rørini eru sera skjót at gera og krevja lítið av tilfari, so vit fara beint til verka.

Tilfar
10-20 g sukur
2,5 dl vatn
0,5 tsk salt
125 g mjøl
2 spsk av olju

Olju til steiking
Kanelsukur til pynt
Flótandi sjokulátu afturvið

Arbeiðsháttur

  • Set eina lítla grýtu útá og hita vatn saman við sukri, salti og 2 spsk av olju. Rør væl og tá hetta er samlað skrúvar tú upp fyri hitanum, so tað kemur upp á kók.
  • Sløkk nú hitan og stroy mjølið spakuliga í, ímeðan tú rørir við einum pískirísi.
  • Nú er deiggið liðugt. Koyr tað í ein sterkan sproytiposa. Brúka ein stjørnutút at seta á sproytiposan, so tú fært rætta mynstrið. Vel ikki eitt ov stórt mynstur, tí tá kann tað vera torført at baka tíni churros nóg væl. Sproyta nú deiggið út í stykkir á umleið 7 cm og legg tey klár.
  • Ger nú kanelsukur í eina skál. Legg eisini ein tallerk kláran við køkspappíri í at leggja tíni churros í, tá tú tekur tey upp úr grýtuni.
  • Koyr nú olju í eina grýtu, helst upp til umleið 5-10 cm ella soleiðis at tíni churros verða dekkað tá tú leggur tey í. Lat oljuna koma upp á umleið 190 stig, og so er tíð at steikja tíni churros.
  • Steik tey til tey fáa ein gyltan lit. Lat oljuna dryppa av á køkspappírið áðrenn tú stroyir kanalsukur omanyvir.

Prei

Flótandi sjokuláta og/ella ísur hóskar seg sera væl afturvið churros.

Um Vígdis

Vígdis hevur bloggin SukurSøtt, ið er á tremur við kreativum hugskotum og leskiligum uppskriftum.

Jólakøkumaður

Heimagjørdur jólakøkumaður...

Pastarestir

Restir úr pasta/spagetti...

Hokkaidosuppa

Kremut hokkaidosuppa Nú...

Høsnarungarestir

Høsnarungarestir á...

Bananísur

Bananísur við tilhoyri Eg...