Smákøkur við mini eggs

Tilfar
100 g smør
150 g sukur
1 egg
135 g mjøl
20 g kakao pulvur
180 g mini eggs

Soleiðis gert tú

  • Set ovnin á 200 stig.
  • Sker helvtina av minieggunum í smáar bitar.
  • Píska sukur og smør væl saman og koyr síðani eggið í. Blanda kakaopulvur saman við mjølinum, áðrenn tú koyrir tað í sukurblandið og píska so aftur.
  • Koyr smáu bitarnar av minieggs í køkublandið. Hetta kann tykjast torført, tí blandið er sera tjúkt.
  • Brúka skeið at deila deiggið við og legg tað í áleið átta bóltar á eina klædda bakiplátu. Trýst nú trý heil miniegg í miðjuna á hvørjum bólti og dekka útyvir við deigginum. Legg /trýst tey síðstu minieggini omanyvir køkurnar.
  • Baka nú mitt í ovninum í 8-10 minuttir.
  • Tá tú tekur køkurnar úr ovninum, skulu tær verða bleytar í miðjuni og eitt sindur broyskar rundan um kantin.
  • Lat køkurnar kølna á einari rist, og so eru tær klárar at eta. Legg til merkis at minieggini, sum blivu løgd í miðjuna, nú eru smeltaði.

Prei

Gott at eiga inni, tá tú mungar eftir onkrum søtum afturvið te- ella kaffimunninum.

Um Vígdis

Vígdis hevur bloggin SukurSøtt, ið er á tremur við kreativum hugskotum og leskiligum uppskriftum.

Jólakøkumaður

Heimagjørdur jólakøkumaður...

Pastarestir

Restir úr pasta/spagetti...

Hokkaidosuppa

Kremut hokkaidosuppa Nú...

Høsnarungarestir

Høsnarungarestir á...

Bananísur

Bananísur við tilhoyri Eg...