Kremut hokkaidosuppa
Nú byrjar man at merkja kuldan, og hvat er tá betur enn ein góð suppa! Hendan hóskar seg bæði sum ein lættur rættur á middegi og sum forrætt ella høvuðsrætt. Tað kann tykjast møtumikið at fara í gongd, men av tí at skalið eisini kann etast, er hetta ein skjótur rættur at gera.
Tilfar
1 hokkaido graskar
1 leyk
2 hvítleykspungar
1 litur vatni
1 grønmetisbótarmola
200 g rómaost
Krydda við salti, pipari og chili
Súrróma og breyð afturvið
Arbeiðsháttur
- Reinsa graskarið og tak steinarnar burtur. Lat skalið verða á og sker graskarið í miðalstór stykkir
- Brúnka leykin og hvítleykin í einari grýtu og koyr síðani graskarstykkini í
- Koyr vatnið og bótarmolan í grýtuna, og lat kóka í áleið 20 minuttir
- Blenda nú suppuna, so hon fær ein bleytan konsistens
- At enda koyrir tú rómaostin í, letur hann smelta og smakkar til við kryddaríum
Nú er klárt at borðreiða við hesum vælsmakkandi heystrættinum.