Fylt jarðber
Nú jarðberjatíðin er við at runda av, vil eg vísa tykkum hesar lekkru og løttu dessertirnar, ið hóska seg sera væl til hugnaligu bindiklubbakvøldini, ið eru fyri framman. Og hesa ferð verður ikki spart uppá tað søta! Lat okkum herja á!
Ps. Tær smakka fantastiska væl 🙂
Tilfar til uml. 20 fylt jarðber
1 pk jarðber
1 pk róma
1 tsk vaniljusukur
150 g sjokulátu
Arbeiðsháttur
- Reinsa jarðberini, sker stelkin av og turka tey síðani við køkspappíri
- Smelta sjokulátuna í einum vatnbað
- Dippa “standandi” endan av jarðberinum í smeltaðu sjokulátuna, stilla tey síðani á bakipappír og lat tey kølna í køliskápinum til sjokulátan er blivin hørð
- Píska róman og rør vaniljusukrið í
- Sker ein kross niður í jarðberini og brúka fingurin til at opna tey
- Koyr róman í ein sproytiposa og sproyta niður í jarðberini til ein toppur er á
Prei
Dessertirnar eru lættar at gera og ein fragd fyri eygað.