Hjarta lagkøkan
Køkubotnar
4 egg
150 g sukur
150 g mjøl
1 tsk bakipulvur
- Set ovnin á 200°
- Píska egg og sukur til ein luftigan eggjasnaps
- Blanda mjøl og bakipulvur saman og stroy tað í eggjasnapsin og vend tað spakuliga saman
- Koyr alt deiggið í ein smurdan form og skumpa deiggið út í kantarnar, so tað er minni av deiggi í miðjuni. Soleiðis sleppur tú undan at køkubotnurin er hægri í miðjuni, tá hann er bakaður
- Baka botnin niðast í ovninum, í uml. 30 min.
- Tak botnin úr ovninum og legg hann at kólna á einari rist
- Aftaná skert tú botnin tvørturum, so tað nú eru tveir eins lagkøkubotnar
Køkukrem
4 egg
100 g sukur
2 tsk vaniljusukur
60 g maizena
5 dl mjólk
5 dl róma
- Píska egg og sukur væl saman, so tað verður gult og skúmandiKoyr maizena í og píska aftur
- Kóka mjólkina og vaniljusukrið, men rør í alla tíðina, soleiðis at mjólkin ikki brennir
- Koyr nú heitu mjólkina í saman við eggjablandinum ímeðan tú pískar.
- Nú skal eggjablandið aftur í grýtuna og koma upp á kók, ímeðan tú rørir í við einum pískirísi.
- Nú er kremið blivið tjykkri og verður sett á køl.
- Píska róman fyri seg og vend honum saman við køkukreminum í smáum mongdum
- Koyr kremið í ein sproytiposa
Pynt
Jarðber
Marengstoppar
Skúmgæti
Kinder bueno sjokuláta
- Legg ein botn á fatið, tú vilt borðreiða køkuna á
- Sproyta eitt tjúkt lag av køkukremi omaná
- Stroy Kinder bueno sjokulátu útyvir
- Legg seinna botnin omaná og sproyta aftur eitt tjúkt lag av køkukremi útyvir
- Nú er bert eftir at prýða við skornum jarðberum, marengstoppum, skúmgæti og Kinder bueno sjokulátuni