Jarðberja- og ostakøkuísur
Ísbland
5 dl róma
6 hitaviðgjørdar eggjablommur
125 sukur
1 tsk vaniljusukur
400 g jarðber
Ostakøkubland
200 g rómaost
1 dl flormelis
1 tsk vaniljusukur
4 spsk róma
Tilhoyr
100 g Digestive keks
10 marengstoppar
Ísblandið
- Sker jarðberini í smáar bitar.
- Píska eggjablommurnar og sukrið væl til liturin verður ljósagulur.
- Goym fýra spísiskeiðir av róma til ostakøkublandið og píska síðani róman í einum bolla fyri seg.
- Blanda síðani sukurblandið saman við rómanum og rør vaniljusukur og jarðberini í.
Ostakøkublandið
-
- Píska rómaost, flormelis, vaniljusukur og róma væl saman, til tað fær eina passaliga tjúkt.
- Koyr helvtina av ísblandinum í eitt fat, ið er uml. 20×30 cm.
- Koyr síðani ostakøkublandið omaná. Knúsa Digestive keksirnar og marengstopparnar útyvir.
- Enda við at koyra restina av ísblandinum omaná og rør eitt sindur runt við einari skeið, so ostakøku- og ísblandið verða blandað saman.
- Koyr plastfoliu út yvir fatið og set tað í frystaran í minsta lagi átta tímar.
Prei
Tú velur sjálv/ur, um tú ynskir at gera ísin í portiónum ella í einum fati.