Fleskasteiks­burgari

Royn fleskasteikina á ein øðrvísi hátt við hesum lekkra fleskasteiks­burgaranum. Vit eru kanska nøkur sum halda, at tann siðbundni rætturin við fleskasteik kann verða keðiligur í longdini. Men nú kann vend koma í og fleskasteikin kann fáa ein heilt nýggjan smakk.

Burgarabollar 8 stk.
1 ¼ dl lunkað vatn
1 ¼ dl mjólk
25 g ger
1 egg
50 g sukur
1 spsk. hunangur
40 g bleytt smør
Eitt sindur av salti
450 g mjøl

Fylla
Salat
Stoktur leykur
Reyðkál
Súltaðar agurkur
Reytt pesto

Arbeiðsháttur
Set ovnin á 220°.

Byrja við at stoyta mjólk og vatn í ein bolla (tryggja tær, at tað hevur rættan hita), rør so gerina í. Síðani skulu egg, sukur, hunangur, salt og til seinast mjølið í. Elt deiggið væl saman og koyr síðani bleyta smørið í og elt aftur í eina góða løtu. Lat deiggið ganga í umleið ein tíma.

Rulla nú deiggið í átta bollar og lat bollarnar ganga í ein hálvan tíma. Trýst bollarnar flatar og smyr teir við eggi og stroy við onkrum pyntiligum fræi. Bollarnir skulu ganga í ein hálvan tíma afturat, áðrenn teir skulu bakast í ovninum í 12-14 minuttir.

Fleskasteikina steikir tú í ovninum, júst sum tú plagar. Tú kanst velja at hava svørðin við í burgaranum ella skera hann av og hava hann sum tilhoyr.

Prei

Burgarin verður borðreiddur við heimagjørdum eplabátum og dressingi.

Um Vígdis

Vígdis hevur bloggin SukurSøtt, ið er á tremur við kreativum hugskotum og leskiligum uppskriftum.

Jólakøkumaður

Heimagjørdur jólakøkumaður...

Pastarestir

Restir úr pasta/spagetti...

Hokkaidosuppa

Kremut hokkaidosuppa Nú...

Høsnarungarestir

Høsnarungarestir á...

Bananísur

Bananísur við tilhoyri Eg...