Miðmáli er tann máltíðin, sum eg haldi ofta kann vera torfør at finna glutenfrí hugskot til, um tað ikki bara skal vera breyð við viðskera. Men jú longri eg havi haft cøliaki, jú fleiri hugskot havi eg samlað saman, og hetta er eitt av teimum. Hetta ríssalatið er riggar væl bæði sum miðmáli og sum ein lekkur matpakkamáltíð.

Ríssalat

v/ osti og soppum

2 persónar

Tilfarslisti
2 dl parboiled og vilde ris
(3 dl vatn og 1 tsk. salt)
200 g soppar
150 g frystar grønar ertrar
15 cherrytomatir
2 lógvar av spinati
6 spsk av Ambrosi Italienskur rivin ostur
flaka salt og pipar

Soleiðis gert tú

Lat vatnið koma uppá kók, koyr rís og salt í og lat kóka undir loki í 20 min. á lágum hita. Sløkk hitan og lat standa í 10-15 min. við lokinum á.
Koyr eitt sindur av olju á pannuna og steik soppar og ertrar á miðal hita og krydda við salt og pipari.
Blanda rís, soppar og ertrar saman og koyr rivna ostin í, eitt sindur í senn, og blanda væl saman.
Skola spinatið, sker cherrytomatirnar í helvt og blanda saman við restini.
Krydda til síðst við eitt sindur av flaka salti.

Prei

Glutenfríir grovbollar rigga væl afturvið.

Um Unn

Eg eiti Unn og búgvi i Keypmannahavn, har eg lesi digitalt design og samskifti. Eg havi cøliaki/glutenviðkvæmi og havi tí gjørt bloggin glutenfrifoodie.dk, har tú kanst finna íblástur til góðan og leskiligan glutenfrían mat og bakstur.